Tíðindi

Barnabløðini til øll

Landsins leiðsla og landsstýrismaðurin á okkara øki áttu at raðfest føroyskt tilfar ókeypis til øll okkara skúlabørn. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, skrivar

31.08.2020

Fyri tveimum árum síðan varpaði Mentamálaráðið við orðum og peningi ljós á málmenningina hjá okkara smæstu børnum. Óført tiltak, nú okkara viðbrekna mál er í støðugari hóttan av alheimsgerðini, tøknini og spølum á útlendskum málum.  

Fokusið hjá MMR var tá serliga dagstovnaøkið, men vit eiga - og hava skyldu til - í skúlanum at støðugt menna okkara næmingar í móðurmálinum.

Við ellivu ára royndum í fólkaskúlanum síggi eg, at støðan als ikki bara er ring viðvíkjandi lesing, sum summar kanningar vísa á. Børnini lesa longu frá 1.-2. flokki í flestu skúlum eina rúgvu av føroyskum bókum. Úrvalið er rúgvismikið og gott, og serliga krabbabøkurnar og aðrar spennandi krimi-, fantasi- og ungdómsbøkur til ung hava havt við sær, at børn lesa nógv og fjølbroytt frá sera ungum árum.

Børn sleppa í flestu skúlum at lesa næmingatillagað tilfar, sum mennir lesingina hjá teimum á skynsamasta hátt.

Strok og Píkasjey til øll

Ein andsøgn í mun til nógvu lesingini og lesihugin hjá serliga yngstu næmingunum er, at haldaraskarin hjá barnabløðunum, Strok og Píkasjey, stendur í stað ella er eitt sindur fallandi.

Vit hava sera gott tilfar á føroyskum máli í báðum barnabløðunum, og tí er tað heldur óskiljandi, at tað ikki eru fleiri haldarar. Hetta er eitt gylt høvi hjá børnum okkara at menna málið og eisini menna tilvitið um ymisk evni.

Tá talan er um haldaragjald, so er tað ofta júst tað, sum ger, at tað antin verður niðurraðfest ella fer í gloymskuna hjá foreldrunum.

Eins og skipanin við orðabókunum hjá Sprotanum áttu barnabløðini avgjørt at komið í eina skipan, har øll børn í Føroyum fáa bløðini ókeypis. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur verið í samband við viðkomandi myndugleikar um hetta.

Letur upp fyri annarleiðis undirvísing

Um ikki tað verður veruleiki í ár, so er at vóna, at øll skúlabørn í Føroyum fáa barnabløðini ókeypis í 2021 og frameftir. Okkara lutur verður nú at sannføra landsstýrismannin og Undirvísingarstýrið um hetta.

Ein hjáveiða – umframt tað frágera góða innihaldið á føroyskum – hevði verið, at so kann Bókadeildin arbeiða ítøkiligt við undirvísingartilfari, sum lærarar kunnu nýta í skúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni