Tíðindi

Børn eiga at vita, hvørji rættindi tey hava

Tey eiga eisini at vita, at tey kunnu klaga til barnanna umboðsmann, eru tey fyri órætti. Tað heldur Hanna Vang, løgtingsins og barnanna umboðsmaður, sum hevur vitjað á nøkrum fólkaskúlum og greitt frá barnarættindasáttmálanum hjá ST. Kynstrið at umskapa harða løgfrøði til eina bleyta og barnavinarliga framløgu er av stórum týdningi, heldur hon

29.05.2024

Hvørji rættindi hava børn?

Tann spurningin settu næmingar og lærarar í Fuglafjarðar skúla sær fyri at kanna nærri og kjakast um á altjóða barnarættindadegnum tann 20. novembur í fjør.

Í hesum sambandi heittu næmingarnir á løgtingsins umboðsmann, sum eisini er barnanna umboðsmaður, um at halda ein fyrilestur um evnið.

Hanna Vang er løgtingsins og barnanna umboðsmaður, og hon tók gleðiliga ímóti innbjóðingini úr Fuglafirði. Tað sama gjørdi hon, tá ið skúlin á Viðareiði heitti á hana um at halda líknandi fyrilestur, tí børnini í skúlanum ætlaðu at stovna næmingaráð og vildu vita, hvørji rættindi børn hava í skúlanum og soleiðis yvirhøvur.

- Tað er av sera stórum týdningi, at børn læra at kenna síni rættindi og sínar skyldur sum borgarar í samfelagnum. Sannlíkindini fyri, at eitt barn fer at klaga til umboðsmannin, um tað heldur seg vera fyri órætti ella er illa viðfarið, eru ógvuliga smá, um barnið ikki veit um barnarættindasáttmálan, og hvørji rættindi barnið hevur, sigur Hanna Vang.

Men hvørji eru so rættindini hjá børnum? Tað vita føroysk børn ofta ikki, sigur Hanna Vang.

- Mín kensla er, at orðið rættindi fær tey at hugsa um munin millum rætt og skeivt. Men tað er ikki tað sama. Tí hevur tað stóran týdning, at vit sum vaksin og sum myndugleikar greiða so væl frá sum gjørligt og í barnahædd, so børnini fáa innlit í og eina fatan av, hvørji rættindi tey hava, sigur Hanna Vang.

Barnarættindasáttmálin hjá ST, Sameindum Tjóðum, varð samtyktur í 1989 og er galdandi í næstum øllum londum í heiminum við fáum undantøkum. USA er eitt av fáu londunum, sum ikki hevur skrivað undir sáttmálan, men Føroyar skrivaðu undir í 1992.

Barnarættindasáttmálin hevur orðaðar leiðreglur til vaksin og myndugleikar, ið skulu tryggja barnsins besta, og londini, sum hava skrivað undir sáttmálan, hava bundið seg til at liva upp til ásetingarnar í sáttmálanum. Tí verður sáttmálin tikin í størsta álvara.

Í sáttmálanum eru 54 lógargreinir, av hesum eru 41 greinir, sum beinleiðis hava við rættindi hjá børnum at gera.

Hanna Vang sigur, at hon sum oftast plagar at vísa á teir fýra høvuðstættirnar í sáttmálanum. Teir eru, at børn hava rættindi uttan mun til etniskan uppruna, húðarlit og átrúnað. At børn hava rætt til egin sjónarmið og egnar meiningar, sum tey vaksnu – tað eru foreldur og onnur, ið varða av barninum, umframt myndugleikar – skulu virða. At tey vaksnu hava skyldu at gera tað, sum er best fyri barnið. Og at barnið hevur rætt til lívið, og at landið, har barnið býr, skal hjálpa barninum til eitt gott lív.

Barnarættindasáttmálin hevur eisini sum stevnu at verja móti mannamuni. Sáttmálin ger tí ikki mun á ríkum og fátækum, ella um barnið møguliga ber okkurt brek. Sáttmálin skal vera fevnandi og tryggja øllum børnum grundleggjandi kor og rættindi.

Sáttmálin skal harumframt verja móti ágangi, harðskapi, misnýtslu og vansorgan. Í hesum sambandi vísir Hanna Vang á barnaverndarlógina, sum Føroya løgting hevur samtykt. Í teirri lógini eru millum annað ásetingar um fráboðanarskyldu, um eitt barn er fyri vanrøkt ella vansorgan.

Í sáttmálanum eru eisini ásetingar, sum skulu tryggja, at børn ikki verða útsett fyri hørðum og vandamiklum arbeiði, sum kann skaða heilsu og skúlagongd. Í Føroyum er tað staðfest í lógini um arbeiðsumhvørvið, at eitt barn skal vera 15 ár ella eldri fyri at kunna arbeiða. Undantaksloyvi kann vera givið niður í 13 ár, men tá sigur lógin, at talan skal vera um eitt serliga vart starv, sum hvørki er til ampa ella vanda fyri barnið.

Brot úr grein, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað í Skúlablað nr 2, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni