Tíðindi
04.03.2025
Hevur tú brennandi áhuga fyri útgávu av barna- og ungdómsbókum, er eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv leyst at søkja, nevniliga starvið sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og Skúlablaðið. Forlagið hevur bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Á Bókadeildini eru 6 starvsfólk.
Uppgávan hjá stjóranum á Bókadeild Føroya Lærarafelags er sostatt at stjórna einum forlagi, har bóka- og blaðútgáva eru kjarnuøki.
Uppgávur hjá stjóranum eru m.a. at mynda og menna útgávuvirksemið saman við bókmentaligu nevnd felagsins, at hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virkseminum og at verða framtakshugaður, samstarvshugaður og duga at finna loysnir.
Stjórin skal tryggja, at virksemi forlagsins er á høgum fakligum stigi, og at játtaður stuðul verður nýttur á fullgóðan hátt.
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, sum hava týdning fyri starvið. Umsóknin skal vera Føroya Lærarafelag í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. mars 2025. Starvið verður lýst til setanar frá 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.