Tíðindi

Aðalorðaskifti um fólkaskúlan í heyst

Fólkaskúlin verður á breddanum í aðalorðaskifti á løgtingi í heyst. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðu síni ólavsøkudag.

30.07.2023

Fólkaskúlin og viðurskifti hjá børnum fingu nøkur orð í ólavsøkurøðu løgmans. Hann segði:

Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland.

Tíverri hava nógvar føroyskar barnafamiljur seinastu árini upplivað fakbólkar, sum ikki tosa saman. Stovnar, sum ikki samstarva. Ráð, sum vísa til hvørt annað. Tað hevur verið ørkymlandi.

Tí hevur samgongan raðfest eitt barna- og útbúgvingarmálaráð. Tað minkar um vandan fyri, at børn og ung detta niðurímillum, nú sama ráð fylgir teimum frá vøggu til vaksnamannalív.

Ein av avbjóðingunum er ójavnvágin á dagstovnaøkinum. Okkum tørvar námsfrøðingar, og nú játtanin er hækkað, kunnu tvífalt so nógv lesa námsfrøði. Vit gera eisini eina heildarætlan fyri dagstovnaøkið og endurskoða dagstovnalógina saman við kommununum.

Í fólkaskúlanum verða eisini broytingar. Vit stytta skúladagin, styrkja tvílæraraskipanina og leiklutin hjá flokslæraranum – og tryggja betri javnvág millum lærugreinarnar. Færri næmingar skulu vera í flokkunum, so lærarin fær betri tíð til hvønn einstakan.

Í heyst verður aðalorðaskifti um fólkaskúlan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni