Tíðindi

Aðalfundur 16. apríl

Føroya Lærarafelag hevur aðalfund 16. apríl; hesaferð í læraraskúlahøllini

18.03.2016

Fundurin byrjar klokkan 10, sum hann plagar; á aðalfundinum er eisini árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.

Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins. Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til nevndina í seinasta lagi leygardagin 26. mars 2016 klokkan 10.00.

Uppskot til valevni sum nevndarlimir sum vera komin á skrivstovu felagsins í seinasta lagi leygardagin 2. apríl klokkan 10. Andrea á Rípuni, skrivari í Føroya Lærarafelag, og Jacob Eli S. Olsen, nevndarlimur, standa fyri vali, og bæði stilla upp aftur.

Gestarøðarar á aðalfundinum verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & og Skúla.

Aðalfundurin verður í høllini á Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn klokkan 10.

Myndin: Nevndin í Føroya Lærarafelag. Myndatakari: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni