Tíðindi
23.10.2023
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett uppskot fram um, at skúlarnir skulu hava eina viku vetrarfrí í februar.
Millum annað verður sagt soleiðis í grundgevingunum:
”Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi, og við eini fríviku í februar koma næmingarnir væntandi at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin.”
Nógvar viðmerkingar hava verið til uppskotið, t.d. á sosialum miðlum, og fólk tykjast bæði at vera fyri og ímóti. Frá fólki innan skúlagátt hevur m.a. verið ført fram, at seinna skúlahálvan er tíðin, tá tað av øllum alvi verður roynt í framhaldsdeildini at fyrireika seg til próvtøku og at gagnnýta tíðina, so komast kann ígjøgnum pensum.
Onnur føra fram, at ein frívika er kærkomin, serliga hesa myrku vetrartíð.
Uppskotið hevur eisini verið til hoyringar hjá ymsum pørtum, t.d. hjá Føroya Lærarafelag og hjá næmingaráðum í skúlum kring landið.
Landsstýrismaðurin fegnast um svarini, hann hevur fingið.
- Fyrst og fremst eri eg sera fegin um at hava fingið so nógv hoyringarsvar, og serstakliga, at eg eisini fekk hoyringarsvar frá næmingunum umvegis næmingaráðini í skúlunum, tí eg vildi eisini hoyra teirra hugsan hesum viðvíkjandi. Men eg eri eisini glaður um svarini frá øðrum pørtum. Uppskotið um vetrarfrí er sent til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum, fyri at øll skulu fáa møguleika at siga sína hugsan, áðrenn eg taki ta endaligu avgerðina. Eg taki atlit til hoyringarsvarini í míni støðutakan, antin vetrarferia verður sett í verk ella ikki, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Ávirka viðmerkingarnar frá pørtunum, ið hava havt uppskotið til hoyringar, tína støðutakan?
- Sjálvandi ávirka viðmerkingarnar frá pørtunum mína støðutakan. Hetta er júst orsøkin til at hava hoyringar, sigur landsstýrismaðurin.
Í uppskotinum stendur, at talan er um roynd í ávíst áramál. Er hetta framvegis galdandi? Nær væntar tú, at ein avgerð verður tikin í hesum málinum?
- Um so er, at vetrarferia verður sett í verk, so verður tað í eini royndartíð á 3 ár. Avgerð um vetrarfrí verður tikin heilt skjótt, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Tekstur: Dagfinn Olsen