Tíðindi
28.12.2015
Frymilin, sum Mentamálaráðið hevur gjørt í sambandi við játtanina til setursskúlan, hóvar ikki formanninum í Føroya Lærarafelag. Eitt ávíst tímatal er oyramerkt til setursskúla, og tímatalið er roknað út eftir einum miðaltali av tímum, sum allir skúlarnir í landinum hava brúkt til setursskúla. At deila tímar út eftir skamti heldur enn tørvi er lítil meining í, heldur Herálvur Jacobsen.
- Í mínum hugaheimi viðurkennir Mentamálaráðið ikki tann stóra týdning, setursskúlin hevur fyri næmingar. Setursskúlin er ógvuliga góður fyri einstaka næmingin og trivnaðin í einum flokki, og næmingar gleða seg. Tá ið næmingar eru á setursskúla, uppliva teir ymiskt saman við floksfeløgunum og lærarunum, sum teir ikki uppliva til dagligt; teir vitja ymiskt støð í landinum, og flestu næmingar minnast aftur á setursskúlaferðirnar við gleði. Vit tosa ofta um, at vit skulu hava øðrvísi undirvísing inn í fólkaskúlan, setursskúlin livir avgjørt upp til øðrvísi undirvísing. Lærarar taka ofta til, at teir á seturskúla uppliva næmingar á ein heilt annan og oftast jaligan hátt.
At gera eina skipan, har tað er líka fyri øll, er ikki gagnligt, tí tað fara altíð at vera skúlar, sum fara nógv á setursskúla, og aðrir, sum fara minni, sigur Herálvur Jacobsen.
- Summir skúlar fara við fleiri flokkum, aðrir við færri; tað einasta, sum hesin rokningarfrymilin hevur við sær, er, at færri skúlar fara á setursskúla, rætt og slætt tí ov fáir tímar eru til tað. Nógvir skúlar hava við góðum úrsliti verið nógv á setursskúla, og skulu hesir skúlar brúka nýggja frymilin, merkir tað, at bara nakrir fáir flokkar í skúlanum sleppa nakrar fáar dagar.
Bannið, sum Føroya Lærarafelag hevur sett lærarum at fara setursskúla uttan at fáa tímar skrásettar fyri hetta, stendur framvegis við. Bannið varð sett fyri at sleppa lærarum undan tvístøðum.
- Bæði lærarar, næmingar og foreldur leggja stórt arbeiði í at fyrireika setursskúlaferðir, og tí kann verða møtimikið at avlýsa eina ætlaða ferð, tí tímar ikki eru til. Við banninum vil Lærarafelagið eisini vísa á, at tað ber ikki til áhaldandi at niðurraðfesta fólkaskúlan, uttan at tað rakar onkustaðni. Vit vita, at summir skúlar hava verið á setursskúla, síðan vit settu bannið, og lærararnir hava fingið tímarnar skrásettar. Men tímarnir eru tiknir frá øðrum innan verandi tímajáttan hjá skúlanum; tað hevur við sær, at arbeiðstíðin hjá lærarunum í hesum skúlunum verður skeiklað, og annað týdningarmikið arbeiði í skúlanum vantar tímar. Hetta er tí eingin loysn.
Herálvur Jacobsen mælir Mentamálaráðnum til at hugsa um, hvønn týdning setursskúlin hevur fyri næmingarnar og trivnaðin.
- Setursskúlin má fáa fleiri tímar. Játtanin, sum er oyramerkt til setursskúlar, er ov lítil. So einfalt er tað. At flyta ímillum ymiskar kontur ber ikki til, tí allir kontur eru ov lítlar.
Í samrøðu við Skúlablaðið herfyri segði landsstýriskvinnan við skúlamálum, at tað hevur ongantíð verið ætlanin, at næmingar ikki skulu á setursskúla, ella at lærarar ikki skulu fáa løn fyri at fara á setursskúla við næmingum. Hon mælti til, at partarnir seta seg um borðið og tosa seg til sættis. Sambært formanni Føroya Lærarafelags hava eingir fundir verið um málið enn.