Tíðindi
15.02.2025
Leikurin snýr seg um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. Vit hitta Veru á fyrsta sinni, tá ið hon er til judo í gomlu filmleikarhøllini í Argja skúla. Tey vaksnu hava tikið eina býtta avgerð viðvíkjandi føstulávintsmánadegi. Hetta vil Vera ikki finna seg í, og fer í hernað ímóti teimum vaksnu. Vera kann ikki lata vera við at vera Vera. At vera Vera er ikki bara bara.
Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin, og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Tað ber eisini til at lurta á KVF/VIT/ljóð, og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun.
“Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma,” soleiðis sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru. “Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn - eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð,” sigur Óluva Lín. Í alt eru fleiri enn 50 leikarar við.
Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum, og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag.
Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum - At vera Vera.
Nógv er gjørt burtur úr ljóðmyndini, og ein nýggjur sangur er gjørdur. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin - At vera Vera. Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. Ein TikTok-dansur til lagið verður tøkur mánadagin, so tit kunnu gleða tykkum. Kom og lurta - kom og dansa - #atveravera.