Tíðindi
01.10.2021
Visti tú, at summi børn, sum hava lesi-, skrivi- og máltrupulleikar kunnu hava ilt við at áskyna ljóð?
Hesi børn kunnu hava trupulleikar við at fata ymsu brigdini millum ljóð, sum minna um hvørt annað, til dømis n og m ella g og k, hóast tey annars hoyra væl. Tá ið tey síggja bókstavateknini í einum teksti, kunnu tey gita bókstavirnar.
– Tað sigur seg sjálvt, at tað er tað strævið hjá teimum at lesa og skriva, sigur Anne-Cathrine Thurmann-Moe.
Hvussu ljóðini verða framborin
Thurmann-Moe hevur granskað í næmingum, sum hava álvarsamt orðblindni, og sum stríðast við ljóð í orðum. Hon hevur nógvar royndir við hesum bólkinum av næmingum. Hon arbeiðir á Statlig spesialpedagogisk tjeneste (Statped) við doktararitgerð, sum norska granskingarráðið hevur fíggjað. Endamálið við granskingini er at finna fram til ítøkiligar hættir at brúka verki.
Í doktararitgerðini er fyribrigdið artikulatoriskt tilvit í miðdeplinum.
– Hetta er tilvit um, hvat tú ítøkiliga gert við taluorganini, tá ið tú gert ljóð, sigur hon.
Tí tað er jú soleiðis, at tað, sum skilir b- og d-ljóðið, eitt nú hevur at gera við, hvar vit plasera tunguna, hvat vit gera við varrarnar, og hvussu luftin kemur út, tá ið vit siga ljóðið, sigur hon.
Hypotesan hjá Thurmann-Moe er, at økt tilvit um, hvussu ljóðini verða gjørd, kann hjálpa næmingunum við lesitrupulleikunum.
Samansettur trupulleiki krevur ymiskt
Flest børn bróta lesikoduna uttan stórvegis trupulleikar. Tá ið tey skilja, at ein bókstavur hongur saman við einum ljóði, so gongur lesimenningin av sær sjálvum bara við at venja.
– Í dag vita vit, at ljóðliga ella fonologiska tilvitið er umráðandi fyri lesimenningina, og at átøk, sum venda sær ímóti ljóðligum tilviti síggja út til at hjálpa nógvum næmingum við orðblindni, sigur granskarin.
Fonologi er læran um funktiónir. Fonologiskt tilvit snýr seg um at skilja og at kunna manipulera ella brúka sín egna málsliga ljóðliga struktur.
Vanlig málspøl at venja ljóðliga tilvitið er rím og ramsur og at klappa stavilsi. Átøk, sum venda sær mótvegis ljóðligum tilviti, verða nógv brúkt í barnagørðum og í grunddeildini.
– Tíverri eru tað nógvir næmingar, ið ikki mennast so væl í lesimenningini, sum ynskiligt er, hóast nógv verður gjørt fyri at menna ljóðliga tilvitið. Endamálið hjá mær var at finna út av, um tað ger mun fyri tey, sum eru ógvuliga orðblind, at menna tilvitið um, hvussu bókstavir verða frambornir.
Uppskrift uppá, hvussu hvørt bókstavaljóð verður framborið
Thurmann-Moe hevur ment tvey undirvísingarupplegg at fremja tilvitið um, hvussu bókstavir verða frambornir. Hetta hevur hon gjørt saman við vegleiðarum sínum, Monicu Melby Lervåg og Arne Lervåg, professarum við UiO. Í báðum uppleggum er ein skipan við kortum brúkt; á kortunum eru myndir av ljóðunum, sum skulu sigast. Hesi vísa sereginleikarnar í hvørjum bókstavaljóði sær. Kortskipanin eitur Piktografisk Artikulatorisk Symboler (PAS) og er upprunaliga ment av Torhild Kausrud í 2003. Fyrst vóru kortini brúkt til at læra næmingarnar, hvussu ljóðini verða framborin, og á hvønn hátt tey eru ymisk. Síðan brúktu næmingarnir tey at lesa og stava eftir. At enda vóru kortini brúkt sum stuðul í vanligu lesingini og stavingini.
Hvussu máta við, hvat kemur burturúr?
Fyri at máta, hvussu hvat gagn átøkini hava, býttu granskararnir royndarpersónarnar í tveir bólkar, sum vóru tilvildarliga settir saman. Átakið vendi sær ímóti øðrum bólkinum, meðan hin bólkurin var eftirlitsbólkur. Allir munir millum bólkarnar vóru tilvildarligir. Tí var tað sannlíkt, at tað var átakið og ikki onnur viðurskifti, sum gjørdi munin millum bólkarnar.
Tey, sum tóku lut í kanningini, vóru næmingar í fyrsta flokki í eini kommunu. Tey vórðu vald út sambært lesikanningum í kravdu landsroyndini.
Hjá 64 børnum var átakið at skula frambera orð fýra ferðir um vikuna í fimm vikur, men hjá 57 børnunum var undirvísingin, sum hon plagdi, tað vil siga uttan hetta serliga átakið. Granskararnir kannaðu ljóðliga tilvitið, orðkoding og staving áðrenn og aftaná, at átakið var framt. Úrslit frá kanningini vístu, at fyri flestu næmingarnar, sum sambært lesikanningunum kláraðu seg illa, gjørdi átakið ikki størri mun samanborið við vanligu undirvísingina. Hetta var galdandi fyri menningina av ljóðliga tilvitinum, bókstavakunnleika og grunnleggjandi lesiførleika.
Hvat virkar fyri einstaka næmingin?
– Úrvalið í fyrsta flokki vísti seg at vera nógv meiri samansett, tá ið talan er um orsakirnar til at klára seg illa í kravdu lesikanningunum, sigur Thurmann-Moe.
Tí gjørdu granskararnir av at gera eina kanning aftrat, sum vendir sær ímóti teimum næmingum, sum hava álvarsligt orðblindni. Kanska hóskaði átakið best til næmingarnar við stórum lesi- og skrivitrupulleikum?
Thurmann-Moe og vegleiðarar hennara vildu kanna hetta til botns við einum «single case design».
Miðvís og drúgv venjing ger mun
– Næmingarnir í hesi kanningini vóru í aldrinum 10 til 15 ár, og tey vóru vísir til sernámsfrøði orsakað av stórum lesi- og skrivitrupulleikum. Ellivu næmingar fingu miðvísa venjing í at frambera ljóð 32 tímar í átta vikur. Tað vóru serlærarar, sum tóku sær av venjingini. Hvørt barn var kortlagt við ymsum lesi- og stavroyndum fimm ferðir áðrenn venjingin byrjaði. Testuppgávurnar vóru ikki líka, men á sama støði soleiðis at næmingarnir ikki skuldu minnast tær frá ferð til ferð.
– Úrslitini vístu, at flestu næmingarnir, sum høvdu álvarsligt orðblindni, mentust í lesing og staving, sigur Thurmann-Moe.
Næmingunum dámdu eisini henda mátan at arbeiða, og teir vóru meiri motiveraðir at læra samanborið serundirvísingar, teir høvdu fingið frammanundan.
Kelda: forskning.no