Tíðindi
29.08.2024
Vit síggja ofta, at næmingar, sum hava serligan tørv, einans fáa tilboð um at vera saman við einum stuðli. Hetta er ikki í lagi.
- Vit eru greið yvir, at í ávísum førum hevur ein sernámsfrøðiligur stuðul rætta førleikan at taka sær av ávísum serligum tørvi hjá einum næmingi, meðan lærarin hevur uppgávuna og førleikan at undirvísa sama næmingi, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Ein næmingur, ið hevur einhvønn serligan tørv, hevur rætt til at fáa serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk ella kann hann eisini fáa sernámsfrøðiligan stuðul. Kunngerðin um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul ásetur, hvussu átøkini og stuðulin kunnu vera, og hvør uppgávan hjá læraranum ítøkiliga er.
Kunngerðin ásetur eisini, at “lærarar skulu lesa serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk” og at “námsfrøðingar kunnu røkja sernámsfrøðiligar stuðulsuppgávur”. Her er greitt ásett, hvørja ábyrgd lærarar eiga í fólkaskúlanum, og við hvørji heimild ein stuðul kann verða settur í fólkaskúlanum og hvørjar uppgávur hann kann røkja.
Talið av næmingum í serflokkum er vaksið nógv eftir fáum árum. Komandi skúlaár eru 231 næmingar skrivaðir inn í 11 serflokkar. Aftrat hesum eru 9 næmingar á Lopfjølini, ið er ein flokkur í Tórshavn fyri næmingar, ið hava stóra skúlafráveru. Fara vit aftur til skúlaárið 2016/17, so vóru bara 68 næmingar skrivaðir inn til ein serflokk. Hetta setur nýggj krøv til skúlan og lærararnar.
- Vøksturin við serflokkum kann ikki halda fram, tí er neyðugt at hyggja at tí vanliga flokkinum, og gera umstøðurnar betri hjá næminginum og læraranum, m.a. við eini víðkað tvílæraraskipan, og smærri flokkum og at serútbúgva fleiri lærarar.