Tíðindi

At spæla við orð og bókstavir í barnagarðinum stimbrar lesimenningina

Skipað spæl við orðum og bókstavum í barnagarðinum ger tað lættari hjá børnum at læra at lesa. Tað vísir nýggj norsk kanning av 105 fimm ára gomlum børnum

29.06.2016

Námsfrøðingarnir nevna hetta “uppdagandi skriving”. Og fyri børn, sum ikki duga at lesa enn, er tað gátuføra skriftmálið ein uppdagingarferð. Í einum tíðarbili, sum vardi 10 vikur, kannaðu og granskaðu fimm ára gomul børn bókstavir og ljóð, sum á løgnan hátt gjørdust orð og setningar, sum onnur kundu lesa.

Hesi fimm-ára gomlu í nøkrum útvaldum barnagørðum í Noregi tókust við uppdagandi skriving í fýra dagar í eina viku í 20 minuttir í senn. Í byrjanini leiddu lesandi tað, sum fór fram, síðan tóku námsfrøðingarnir á stovninum yvir.

Ein slík løta á 20 minuttir kunnu snúgva seg um til dømis, at børnini skuldu tekna eitthvørt, sum teimum dámdi - ein yndisrætt ella eitt yndisleika - og royna skriva við síðuna av tekningini, hvat tekningin vísti. Ein onnur løta kundi vera at gera innkeypslista við bæði tekningum og orðum. Ein dagin skrivaðu børnini minnislepa til tey vaksnu harheima - kanska um at minnast at taka vøttirnar við í barnagarð dagin eftir. Ein onnur slík løta var at fara at leita eftir ymsum búmerkjum í barnagarðinum og síðan tekna tey niður á pappír. Tey vandu sjálvsagt at skriva, hvussu tey eita á eitt lítið postkort til ein vin.

– Uppdagandi skriving sær út til at vera eitt gagnligt námsfrøðiligt amboð í barnagarðinum, sigur Hilde Hofslundsengen, granskari við Høgskulen í Sogn og Fjordane. Hon hevur nýliga almannakunngjørt kanningina í tíðarritinum, Reading and Writing.

Granskarin undirstrikar, at uppdagandi skriving er nakað heilt annað enn læring í at skriva.
– Uppgávan hjá barnagarðinum er at stimbra og leggja til rættist ymiskt at eksperimentera. Tað er ikki fyrr enn barnið kemur í skúla, at undirvísingin í lesing og skriving byrjar rættiliga.

Hesin skilnaðurin var sjónligur í, hvussu tey vaksnu handfóru skrivingina hjá teimum 5 ára gomlu. Børnini skrivaði aftanífrá og speglvent, hoppaðu um bókstavir og stavaðu orðini skeivt, men uppgávan hjá teimum vaksnu var ikki at rætta, men at spyrja, hvat børnini høvdu skrivað. Síðan skrivaðu tey vaksnu orðið rætt uttan at viðmerkja, hvussu útgávan hjá barninum var.
Á henda hátt fær tann vaksni boðskapin fram til barnið og virkar sum ein fyrimynd fyri skriving, sigur hon.

Fyri granskaran hevur tað verið spennandi at finna út av, hvat hendi við teimum 105 børnunum, sum luttóku í royndini, tá ið tey fóru í skúla. Børnini høvdu luttikið í kanningum av hesum slagi fyrr; næsta stigið var at kanna, hvussu langt tey vóru komin at læra seg at lesa og skriva eftir nakrar mánaðir skúlagongd.

Hofslundsengen samanbar avrikini hjá børnunum í fyrsta flokki við avrikini í kanningarbólkinum. Samanberingarnar vístu, at børnini, sum høvdu luttikið í uppdagandi skriving, høvdu ein fyrimun, sum kundi mátast.

– Vit kundu staðfesta, at børnini vóru betur fyri at skriva og høvdu fonologiskt tilvit, sum er at kenna ljóð í orðum. Umframt sóu vit, at tey vóru betur fyri at lesa nýggj, ókend orð; lærararnir siga eisini, at hesi børnini eru betur fyri enn onnur børn, sigur Hofslundsengen.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni