Tíðindi

At skrúva hitan niður í skúlanum kann ganga út yvir læringina

Útlufting og heit klæði eru týdningarmikil, tá ið hitin í rúminum verður skrúvaður niður, siga granskarar

27.10.2022

Tað kann ganga út yvir læringina í skúlanum og framleiðsluavrikið á arbeiðsplássinum, um skrúvað verður niður fyri hitanum.

– Lægri hiti kann virka við til, at tað er minni hugaligt at vera inni, og tað kann ávirka arbeiðið og læringina, sigur Peder Wolkoff, fyrrverandi professari í innandura luftgóðsku og heilsu.

Hann vísir til eina kanning, hann sjálvur hevur gjørt í 2021, sum tekur støði í, hvat ávirkar heilsuna og avrikini á arbeiðsplássinum við eitt nú at skrúva niður fyri hitanum.

– Gransking vísir, at 22 til 24 stig er tann optimali hitin í einum arbeiðsumhvørvi. Lægri hiti kann føra til, at summi kenna seg verri til passar, sigur Wolkoff, sum arbeiðir á Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í Danmark.

Og tað kann altso raka tað, sum kemur burturúr og læring. Wolkoff undirstrikar tó, at tað er ikki granskað í, hvat lægri hiti hevur at siga fyri skúlabørn.

Eisini Bjarne W. Olesen, leiðari á Internationale Center for Indeklima og Energi á DTU, heldur, at lægri hiti kann hava ávirkan á læring og framleiðsluavrik.

Men hann leggur dent á, at letur tú teg í meiri ella heitari klæði, so kann tað vera ein loysn.

– Tí fyri evnini hjá heilanum at virka snýr tað seg ikki so nógv um hitalagið, men meiri um fólk eru væl til plassar. Tá ið tú ikki ert væl til passar, er tað ringt at hugsavna teg. Og tað sama er galdandi fyri larm ella nógvan hita, sigur hann.

– Fingrarnir kunnu gerast stívir, og tað kann ganga út yvir framleiðsluavrikið, um tú situr á eini skrivstovu ella í skúlastovu.

Kvinnur viðkvæmari fyri lægri hita enn menn

Ein kanning frá Southern California University vísir, at kvinnur avrikaðu minni enn menn, tá ið hitin var settur niður.

Í kanningini tóku 543 fólk lut, og tey skuldu gera ymsar uppgávur í stovuhita millum 16 og 32 stig.

Royndin vísti, at kvinnurnar megnaði munandi minni, tá ið hitin fór niður um 21 stig.

Hóast spurnatekn kann verða sett við kanningina – sambært Bjarne W. Olesen – svara útslitini til royndirnar hjá professaranum.

Ver uppmerksom upp á heilsuna

Fyri at fyribyrgja virussmittu, eiga vit at vera serliga umhyggin, tá ið talan er um hesi viðurskifti:

At lufta út
Um luftin er slavin
Og – aftur – at vera í teimum røttu klæðunum

Sambært Peder Wolkoff økist vandin fyri bruna við beinkrími ella koronu, tá ið tað er kaldari, av tí at virus yvirlivir betur í hægri hitastigum.

Men hvussu slavin luftin er hevur eisini týdning. Tað hevur víst seg, at dropar av krímvirusi elska kalda og turra luft – virusin spjaðir seg betur og yvirlivir longri. Jú minni slavin luftin er, jú størri er vandin fyri smittu.  

Tann kaldara luftin kann hava óbeinleiðis ávirkan á virussmittu, eftirsum at køld luft følist frískari, og tá er lætt at gloyma at lufta út, sigur Olesen. At lufta út er umráðandi fyri at basa virusi í luftini.

Og so hevur Olesen hesi ráðini: – Lat vindeyguni upp á víðan vegg í steðgunum, soleiðis at tað verður luftað væl út, og ver í heitum klæðum, soleiðis at tú klárar at vera inni í stovuni, tá tað verður luftað út, og tá ið hitin verður skrúvaður niður.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni