Tíðindi
19.11.2024
- Hvønn skriva vit til, tá eingin tímir at lesa? Nakað soleiðis spurdi høvundurin Beinir Bergsson í síni takkarrøðu, tá hann fyrr í ár varð heiðraður við Virðisløn landsins til ungt listafólk. Hóast hann her sipaði til týdningin av at hava góðar karmar til at skriva, so vit fara at hava lesarar og høvundar í framtíðini, er hetta eisini ein viðkomandi tanki, tá vit tosa um átakið, vit eru savnað til í dag, tí at skriving og lesing eru treytað av hvørjum øðrum. Hvussu kann eg skriva eina heilsan til onkran, eg eri góð við, um eg ikki dugi at lesa? Hvussu skal eg kunna lesa eina heilsan, um eg ikki skilji tað, sum stendur skrivað?
Umframt at hugskotið við jólakortinum er gott og fjálgt, síggja vit í Føroyar lesa jólakortið sum eitt átak við fleiri virðismiklum tættum, sum gera seg galdandi innan okkara arbeiði, sigur samskiparin.
- Við átakinum kunnu vit vænta, at fleiri enn 15.000 heilsanir fara út í hvønn krók í landinum, og fleiri av teimum fara út um landoddarnar. Samstundis kunnu vit gleðast um, at tað fara at sita einir 7-8.000 næmingar í hvør sínum lag og orða nakrar setningar, meðan tey hugsa um onkran, tey eru góð við. Hetta er søtur tónleikur í okkara oyrum, sum so ofta fáa at vita, at lesihugur og lesiførleiki bara dalar og versnar. Við at skriva jólakort fara næmingarnir at brúka fleiri tættir úr undirvísingini, so sum at venja hondskrift, at orða seg, at fortelja eitthvørt og at skipa ein tekst. Hetta er ikki at taka fyri givið, tí tað er ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri nógv børn og ung í dag. Á tann hátt hongur átakið tætt saman við arbeiðnum, sum longu fer fram í skúlum, og tí gleðast vit um, at vit við jólakortinum kunnu leggja aftrat fjølbroytta undirvísingartilfarinum, sum frammanundan er tøkt. At skriva jólakort er ein hugnalig siðvenja. Ein siðvenja, sum røkkur nógv djypri enn ein teldupostur ella eini boð á sosialum miðlum. Við átakinum fara vit í eygnahædd hjá børnunum og vísa teimum, hvussu vit kunnu gleða onnur við at senda jólakort.