Tíðindi

At læra at svimja á sjónum kann forða druknivanlukkum

Tað eru nógvir fyrimunir at læra at svimja á sjónum fram um í vanligum svjimjihyli.

30.07.2021

Skulu børn og ung duga betur at svimja og bjarga lívi, eiga tey at læra at svimja í sjónum. Tað sigur Tore Kristian Aune, granskari í ítrótti og rørsluvísindum við Nord universitetið í Noregi. Í bókini Utendørs svømme- og livredningsopplæring setur hann spurnartekn við, hvørt tað er rætt at læra at svimja í svimjihyli og lívbjarging innandura. Tá ið talan er um at svimja í sjónum og streymasjógvi, er tað tá nóg gott, at tú hevur lært hetta innandura?

Aune tekur í bókini fram fyrimunirnar við at læra og menna hesar førleikarnar og samanber við royndirnar at læra hetta uttandura. Hann sigur frá, at eldri gransking vísir, at tað ber ikki til at vænta, at tá ið tú hevur lært at svimja í innandura hyli, so er tað ikki nóg gott fyri at klára at svimja í sjógvi ella streymasjóvi. Mestsum allar druknivanlukkur henda úti og ikki í svimjihyli.

– Gransking vísir, at vitanin úr einum umhvørvi ikki av sjálvum kann flytast yvir á eitt annað umhvørvi, í hesum førinum frá svimjing innandura til svimjing uttandura, sigur Aune.

Vanliga fer svimjiundirvísing fram við vegleiðing og læring í teknikki innandura í einum hyli. Í Noregi fara 93 prosent av druknivanlukkunum fram úti, meðan svimjing og lívbjarging fyri tað mesta verður lært inni.

– Eg haldi, at undirvísingin í svimjing og lívbjarging kann verða gjørd meiri áhugaverd og meiri verkliga nyttug um hon fer fram uttandura, sigur Aune.

Hann sigur, at undirvísingin verður betri í hyljum, um hon verður gjørd soleiðis, at hon minnir meiri um tað, sum skal til fyri at gerast góður svimjari í sjónum. Tað eru nógv dømi um tað. Í bókini verður eitt nú ein verkætlan úr Nýsælandi umrødd, har ein hylur eru gjørdur sum ein uttandura hylur við taraskógi, boyum og øðrum. Her venja næmingar í vanligum klæðum og í svimjiklæðum. Á henda hátt kunnu tey simulera eitt umhvørvi, sum líkist tí uttandura so nógv sum til ber. Umhvørvið, har svimjiundirvísingin fer fram, er ógvuliga týdningarmikil; ikki minst venjingarnar og uppgávurnar, sum næmingarnir skulu gera, til dømis at svimja í stórari aldu og streymasjógvi.

Gransking frá 1990-unum hevur eisini víst, at samrøðan millum svimjilæraran og næmingin hevur týdning fyri, hvussu næmingurin lærir. Best er at varpa ljós á tað ytra, tað er at meta um, hvussu munadyggar venjingarnar eru í staðin fyri um tær eru framdar rætt tekniskt.

Kelda: forskning.no

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni