Tíðindi
21.12.2022
Skúlin í Eysturkommunu hevur fingið játtaðar tímar til royndar- og menningarvirksemi at hjálpa orðblindum næmingum.
- Tað gleðast vit um, tí vit halda, at okkum hevur vantað eitt greitt endamál í sambandi við orðblindaundirvísing. Sjálvandi veit eg, at eg skal kanna næmingar, ráðgeva og so framvegis, men við játtanini, vit hava fingið, kunnu vit leggja eina meira ítøkiliga ætlan, har vit spyrja okkum sjálv, hvat ið vit sum skúli kunnu gera, so vit verða ein orðblindavinaligur skúli. Tað er í høvuðsheitum mál okkara. Næmingurin skal kunna gerast sjálvhjálpin, so at hann við neyðugum amboðum kann klára seg víðari í lívinum.
- Arbeiðið við at fáa ein orðblindavinaligan skúla er ein long tilgongd, sum vit hava verið í gongd við nú í nøkur ár. Orðblindalærarar hava fingið ein arbeiðssetning frá Mentamálaráðnum at virka eftir. Har stendur, hvat ið væntað verður, at ein orðblindalærari tekur sær av. Arbeiðssetningurin er rættiliga umfatandi, og við teirri tíð, sum sett er av til økið, er ógjørligt at fáa gjørt alt tað, sum lagt verður upp til. Tí kemur játtanin væl við.
Annika sigur, at ein partur av starvinum sum orðblindalærari er at kanna allar næmingarnar í triðja flokki. Tað gera aðrir orðblindalærarar kring landið eisini. Ein standardiserað kanning verður nýtt.
- Nú í septembur havi eg kannað triðja flokk, og teir næmingarnir, har ábendingar eru um orðblindni, verða so útgreinaðir nærri. Tá ber til at síggja, hvar ið setast skal inn. Í mai verða næmingarnir so kannaðir aftur. Foreldrini verða kunnað um, hvussu støðan er. So skjótt sum ábendingar eru um orðblindni, verður farið undir at nýta ymisk læruamboð, ið tú sum orðblindalærari veit kunnu vera til hjálpar.
- Tað eru umráðandi, at tú sum orðablindalærari samskiftir nógv við lærararnar um flokkin. Vit brúka CD-orð, og tað tekur nakað av tíð at læra næmingin ta skipanina. Harumframt hava vit eisini boðið foreldrum eitt kvøldskúlatilboð, har tey, saman við barninum, kunnu læra at seta seg inn í, hvussu CD-orðforritið virkar. Væl hevur verið tikið undir við tí tilboðnum. Tað lættir nógv um arbeiðið hjá læraranum, tá ið foreldur hava henda kunnleika, greiðir Annika frá.
- Í januar verður farið undir at brúka IntoWords, ið virkar á sama hátt sum CD-orð. Fyrimunurin við Into-Words er, at tað er ein app, sum eisini kann brúkast á m.a. iPad, iPhone, Chromebook og Windows-teldum, og hetta ger, at næmingurin kann brúka somu amboð sum hini í flokkinum.
Annika sigur, at starvið sum orðblindalærari eisini fevnir um at veita lærarum og næmingum í skúlunum í Leirvík og Gøtu ráð. Sum dømi nevnir hon, at hon hesa vikuna hevur verið í Gøtu og hjálpt trimum næmingum við, hvussu teir kunnu nýta teldutøkt tilfar, eitt nú CD-orð og i-bøkur. Ein partur snýr seg eisini um, at næmingurin dugir at finna tilfar og at skriva í ymisk skjøl.
Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022