Tíðindi

At halda orð krevur eykajáttan

Tá Jenis av Rana avgjørdur sigur, at hann ikki góðtekur, at tímar verða brúktir til annað enn tað, teir eru markaðir til, so má hann hækka játtanina til fólkaskúlan, so tímar eisini kunnu játtast til vikartímanýtsluna og kravið um tvílæraraskipanina til svimjitímarnar, skrivar Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya

22.08.2022

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum ger landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, greitt, at hann góðtekur ikki, at skúlaleiðslur brúka tímar til annað enn tað, tímarnir eru markaðir til.   

Allir tímarnir, sum verða latnir skúlunum, eru markaðir til lærugreinir og ávís átøk. Hetta er sum so í lagi, men trupulleikin stingur seg upp, av tí eingin tími er markaður til vikartímar, hóast myndugleikin krevur, at minst 2 % av tímunum skulu skrásetast til vikarnýtslu. Tað sama er galdandi við tímum til svimjiundirvísingina, har myndugleikin ásetur, at næmingatal hægri enn 15 næmingar krevur eyka lærara. Eingin tími er játtaður frá myndugleikunum, so skúlaleiðslur kunnu uppfylla hetta kravið.    

Tá Jenis av Rana avgjørdur sigur, at hann ikki góðtekur, at tímar verða brúktir til annað enn tað, teir eru markaðir til, so má hann hækka játtanina til fólkaskúlan, so tímar eisini kunnu játtast til vikartímanýtsluna og kravið um tvílæraraskipanina til svimjitímarnar. Verandi játtan røkkur ikki til hesa avgjørdu støðutakan hjá landsstýrismanninum í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.   

Jenis av Rana sigur víðari, at “manglar skúlin tímar til eitthvørt ávíst, so má tann trupulleikin lýsast, og so loysa vit hann”.   

Trupulleikin av, at eingin tími verður markaður til vikartímanýtsluna og kravið um eykalærara til svimjiundirvísing, er væl kendur. Hetta hava skúlaleiðslur víst Undirvísingarstýrinum og Mentamálaráðnum á í fleiri ár. Tað er gleðiligt at lesa, at nú er ætlanin av fáa loyst hendan trupulleika.   

Skúlaleiðarafelag Føroya vil fegin møta á fundi við landsstýrismannin og greiða frá, hví neyðugt er at hækka játtanina til fólkaskúlan, um hann skal megna at halda orð í hesum føri. Orðini eru skilagóð, tey krevja bara eina hægri játtan.  

Vegna Skúlaleiðarafelag Føroya  

Jónleif Johannesen, form. 

Les eisini: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Default.aspx?ID=6529&Purge=True


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni