Tíðindi
18.12.2024
Ferð er komið á arbeiðið við námsætlanunum, og tað er komið í eina góða legu. Tað kunnu vit lesa í samrøðu við tær, sum arbeiða við námsætlanunum, aðrastaðni í blaðnum. Nakrar námsætlanir eru lidnar og settar í verk, aðrar eru ávegis og verða væntandi settar í verk til komandi skúlaár. Um trý ár er væntandi, at allar námsætlanirnar til fólkaskúlan eru lidnar. Henda leistin – at avgreiða námsætlanir til ávísar lærugreinir og síðan seta tær í verk so hvørt – harmast formaðurin í Føroya Lærarafelag um, og tað hevur hann gjørt vart við á røttum stað. Hann hevur ta tíðina, hann hevur staðið á odda fyri Føroya Lærarafelag, ferð eftir ferð víst á týdningin av námsætlanunum, at tær ikki eru tíðarhóskandi og eiga at verða endurskoðaðar, og ikki minst, at skúlamyndugleikarnir raðfesta hetta arbeiðið og seta neyðugu orkuna og fíggingina av til arbeiðið.
- At gera námsætlanirnar í stigum og seta tær í verk eina nú og aðra tá er ein óheppin máti at arbeiða, tí tað ørkymlar læraran og órógvar arbeiðið í skúlunum. Tað ger, at lærarin í summum lærugreinum arbeiðir sambært nýggjari námsætlan og í øðrum eftir gomlum. Tær nýggju og tær gomlu námsætlanirnar eru púra hvør sín máti at hugsa undirvísingina. Vit eiga at heldur gera soleiðis, sum tey gera í grannalondum okkara, og tað er at seta alla neyðugu orkuna inn og gera allar námsætlanirnar í senn og seta allar í verk í senn. Tað er neyðugt fyri at fáa tað paradigmuskifti, sum er ætlanin, tá ið so stórar broytingar henda, at nýggjar námsætlanir koma fyri allar lærugreinir í fólkaskúlanum. Vilja vit, at námsætlanirnar skulu leggja upp til ein øðrvísi og betri skúladag, mugu vit taka tær í álvara, og tá er besti máti at gera allar námsætlanirnar í senn og seta tær í gildi samstundis, so at allir lærararnir verða skúlaðir í teimum nýggju hugsanunum í senn. Gera vit ikki tað, arbeiða fleiri lærarar eftir bæði gomlu og nýggju pakt í senn, og tá er væl hugsandi, at fleiri arbeiða soleiðis, sum teir plaga og altíð hava gjørt. Um so er, er arbeiðið við námsætlanunum í stóran mun til fánýtis. Í grannalondunum eru námsætlanirnar settar í gildi í senn. Í teimum førunum, har tær hava verið settar í gildi í pørtum, hava yngru flokkarnir tikið við nýggju námsætlanunum fyrst og síðan eldru flokkarnir.
Tað er landsstýrið og avvarðandi landsstýrisfólkið, ið hevur sett kósina, tá ið talan er um námsætlanirnar, bæði tá ið talan er um, hvørt tær eiga at verða dagførdar ella endurskoðaðar, í hvussu stóran mun tær skulu vera málstýrdar, og um tær verða gjørdar og góðkendar í stigum ella ikki.
- Nám hevur fingið fingið uppgávuna at dagføra námsætlanirnar, men stovnurin hevur ikki fingið størri játtan til at fremja uppgávuna. Úrslitið er, at aðrar uppgávur, sum Nám eisini skal røkja, mugu raðfestast lægri, og tað er eitt nú ráðgevingin. Høvdu vit politikarar við visjónum og ambitiónum á fólkaskúlaøkinum, so høvdu teir sett pengar av til at dagføra námsætlanirnar og skúla lærararnar. Tað margháttliga er, at tað stendur ikki á at útvega pengar til at dagføra KT-skipanina; til tað eru gott 40 milliónir krónur játtaðar og fleiri enn 10 milliónir brúktar aftrat av øðrum kontum. Men vit vilja ikki brúka pengar til at dagføra innihaldið í skúlanum ella til at gera íløgur í lærararnar, hóast vit vita, at tað er tað, sum flytur skúlan framá. Hetta sigur kanska nakað um, hvør dugir at selja eitt hugskot. Tey, sum vilja dagføra KT-skipanina, duga betur at selja hugskotið og harvið skaffa pengar, enn tey, sum vilja gera skúladagin betri við at dagføra námsætlanirnar og útbúgva lærararnar. Eg heiti enn eina ferð á politisku skipanina um at seta pengar av til at dagføra fólkaskúlan og gera íløgur í lærararnar, soleiðis at teir kunnu arbeiða eftir nýggju námsætlanunum og gera skúladagin enn betri.
Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.