Tíðindi
15.03.2022
Marjun Erlingsdóttir Egholm úr Havn var útbúgvin lærari á Fróðskaparsetri Føroya í fjør summar og undirvísir á fyrsta ári næmingum í Tofta skúla.
Hon heldur, at tann góði lærarin hvílir í sær sjálvum og roynir ikki at vera annað enn tað, hann er. Hann kennir sínar avmarkingar, men eisini sínar dygdir og førleikar og dugir at spæla síni bestu kort út, einstaka næminginum til fyrimunar.
Tann góði lærarin dugir at byggja upp og menna eitt gott samband, eina góða relasjón, til tann einstaka næmingin. Hann dugir at møta næminginum á tí stigi, sum næmingurin er á. Tað er avgerandi fortreyt, skal næmingurin trívast í skúlanum og mennast fakliga og persónliga, heldur hon.
Og so dugir tann góði lærarin væl sítt fak, hevur eina grundlegggjandi og holla vitan um tey evni, hann fæst við. Hann dugir væl at læra frá sær. Hann eggjar og stimbrar á ein slíkan hátt, at næmingurin heldur undirvísingina vera bæði áhugaverda og spennandi.
Tað eru við øðrum orðum ikki hissini dygdir og førleikar, ið krevjast av tí góða læraranum, ásannar Marjun. Ideal góð at peila seg eftir og rætta kós, heldur hon.
Spurningurin er so, hvat tann góði lærarin ítøkiliga kann gera og leggja dent á í sínum dagliga yrki, skal tað eydnast at røkka málinum.
- Eg hugsi, at lærarin fyrst og fremst skal finna næmingin, har hann er. Tað kann lærarin bert gera við at koma at kenna hin einstaka næmingin væl og virðiliga umvegis undirvísingina. Tað er bara við at kenna næmingin og máta hansara at læra uppá, at lærarin fær veitt tann stuðul og ta hjálp, ið næminginum tørvar. Tí hevur tað so stóran týdning at byggja brýr og menna eitt gott samband við tann einstaka næmingin, sigur Marjun.
Hon leggur aftrat, at tað er eisini umvegis tað góða sambandið, at til ber at seta greiðari og neyvari mál fyri læringina, og hvussu undirvísingin eigur at verða skipað frameftir, so hon kemur næminginum til góðar á bestan hátt.
Marjun heldur tó, at tað er ein trupul uppgáva at seta sær fyri og eitt púra ógjørligt mál at røkka í einum lopi. Einki verður bygt upp eftir einum degi, hvørki lærdómur ella góða sambandið við næmingin. Alt tekur tíð, men tolin trívst.
Og júst tol – og nóg mikið av tí – krevst av læraranum, heldur Marjun, tí tað er ein stór uppgáva at røkka øllum næmingunum í einum flokki. Serliga tá ið talan er um stórar flokkar við fleiri næmingum í hvørjum.
Sjálv leggur Marjun sera stóran dent á at byggja upp eitt gott samband við næmingarnar.
Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2022