Tíðindi

Arbeiðsumstøðurnar langt frá nøktandi

Vantandi dagføringar, vantandi førleikamenning og skeið, vaksandi arbeiðsbyrða og alt ov fáir tímar; hetta eyðkennir arbeiðsøkið hjá nógvum av teimum lærarum, ið hava tikið útbúgving oman á vanligu læraraútbúgvingina.

06.06.2016

Ársfrágreiðingarnar frá undirfeløgunum í Føroya Lærarafelag tosa sítt týðiliga mál: arbeiðsumstøðurnar eru als ikki nøktandi hjá nógvum teirra; undirfeløg eru til dømis KT-varðafelagið, AKT-lærarafelagið, Orðblindalærarafelagið, Lesivegleiðarafelagið og Skúlabókasavnsfelagið.

Tað er ikki nakað nýtt, at umstøðurnar eru vánaligar, men tað stendur við og versnar, og útlitini til, at broyting kemur í, eru ikki góð.
- Hvørja ferð Lærarafelagið fer til samráðingar við Fíggjarmálaráðið, gera vit vart við støðuna; vit nevna eitt nú førleikaviðbótina hvørja ferð; eftir okkara tykki áttu lærarar, sum hava førleikament seg, at fingið eina viðbót fyri tað. Skulu lærarar fáa førleikaviðbót, so skal tað takast av játtanini til fólkaskúlan og ikki av lønarkarminum, tað er greiða støðan hjá nevndini, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Førleikaviðbót er ikki svarið upp á alt; tað eru eisini onnur átrokandi mál, sum til dømis vantandi førleikamenning, skeið og útbúgving.
- KT-vørðir hava staðið fyri tørni at fáa førleikamenning og útbúgving leingi, men tað er alla tíðina okkurt annað, sum verður tikið fram um. Tað er stórur tørvur á útbúnum kt-vørðum; her er tørvurin størstur, ikki minst í ljósinum av, at fólkaskúlin verður talgildaður. Øll eftirútbúgving verður goldin av fólkaskúlajáttanini, sum stendur í stað. Vit hava víst á hesi viðurskiftini óteljandi ferðir, men einki bítur á.

Nógv øki eru sera illa fyri, tí lærararnir við ískoytisútbúgving fækkast. Eitt øki, ið er sera illa fyri, er orðblindaøkið. Orsøkin er serliga vantandi tímar. - Føroyskt kanningartilfar til yngstu næmingarnar er komið, og øll fegnast um tað. Men myndugleikarnir geva fólki eina falska vón um, at skúlin tekur sær av teimum orðblindu í skúlanum. Tey, sum skulu taka sær av orðblindum næmingum, hava alt ov fáar tímar at arbeiða við. Tað er at fyrigykla fólki, at nú er alt í góðum hondum, tí vit hava fingið kanningartilfar at kanna næmingar fyri orðblindni. Hvat nyttar tað at hava kanningartilfar, tá ið eingin hjálp er til teirra, sum fáa staðfest orðblindni? Stórt trýst er á orðblindalærarunum, ið lítið og einki fáa gjørt.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni