Tíðindi
09.04.2025
Á grækarismessu vóru nevndirnar í undirfeløgum Føroya Lærarafelags á fundi í felagnum. Undirfeløgini umboða limir, sum hava útbúgvið seg til at røkja uppgávur í skúlanum, ið krevja serútbúgving. Undirfeløgini eru Skúlabókasavnsfelagið, KT-varðafelagið, Lesivegleiðarafelagið, Serlærarafelagið, Støddfrøðivegleiðarafelagið, Skúlavegleiðarafelagið, Orðblindalærarafelagið og AKT-felagið. Á fundinum vóru arbeiðsumstøðurnar hjá hesum fakbólkunum umrøddar við serligum atliti til útbúgving, arbeiðstíð, førleikaviðbøtur og arbeiðslýsingum.
Í øllum undirfeløgum er semja um, at arbeiðstíðin, sum verður tillutað serútbúnu lærarunum til uppgávuna, ikki samsvarar við ta tíð, sum veruliga verður brúkt, og als ikki røkkur til tørvin hjá næmingunum. At ein lærari við servitan kanska bara arbeiðir tveir tímar um vikuna innan økið, sum viðkomandi hevur nomið sær vitan í, er als ikki nøktandi. Arbeiðstíðin hjá serútbúnu lærarunum má økjast sum skjótast, so at hesir lærarar fáa nýtt sín førleika, og at skúlin og næmingarnir fáa gagn av hesi vitanini.
Vit heita á skúlamyndugleikan at geva lærarum møguleikar til eftirútbúgvingar alt fyri eitt. Tað er ein treyt fyri ein góðan skúla, at vit hava væl útbúnar lærarar á øllum økjum. Tí er neyðugt, at skúlamyndugleikin skipar so fyri, at lærarar fáa møguleikar og umstøður at serútbúgva seg til ymsu uppgávurnar og fakøkini. Somuleiðis eiga serútbúnir lærarar at fáa møguleika og umstøður at dagføra útbúgving sína. Tað er langt síðan, at útbúgvingarnar vóru bodnar út seinast; tí er ein mangul á serútbúnum lærarum í fólkaskúlanum. Av tí sama nærkast fleiri av serútbúnu lærarunum pensjónsaldri, og fleiri eru longu farin frá við pensjón.
Íløgan í eftir- og ískoytisútbúgvingar verður bara nýtt til fulnar, um arbeiðstíð og arbeiðsumstøður eru nøktandi. Við øðrum orðum er nógv vitan og nógvir førleikar í fólkaskúlanum, sum ikki koma til sín rætt, tí serútbúnu lærararnir ikki hava neyðuga arbeiðstíð og umstøður. Góðar umstøður hjá lærarum at serútbúgva seg og nøktandi arbeiðsumstøður eru eisini ein fyritreyt fyri, at førleikastovurnar fáast at virka eftir ætlan um alt landið.
Okkara áheitan á skúlamyndugleikan er alt fyri eitt at geva lærarum góðar møguleikar til serútbúgvingarnar og at geva serútbúnu lærarunum meira arbeiðstíð at brúka sínar førleikar, fyri at møta tørvinum og geva næmingunum ta hjálp, sum teir hava rætt til.
Jacob Eli S. Olsen, Føroya Lærarafelag
Sjúrður J. Ravnsfjall, KT-varðafelagið
Thordis Dahl Hansen, Skúlabókasavnsfelagið
Nina Brockie, Skúlavegleiðarafelagið
Gunnvá Dam, Lesivegleiðarafelagið
Anja Mortensen, Støddfrøðivegleiðarafelagið
Fridrikka Kjeld, Serlærarafelagið
Annika Katrin Joensen, Orðblindalærarafelagið
Karina Magnussen, AKT-felagið