Tíðindi
13.11.2015
Alt ov nógv missa motivatiónina og hugin at læra og útbúgva seg í teimum elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Tað er ein avbjóðing, tí motivatiónin og eldhugurin hevur stóran týdning fyri, um næmingarnir hava hug at fara undir og gjøgnumføra eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla.
Skulu tey ungu vera før fyri at velja ta røttu ungdómsútbúgvingina beinanvegin og gjøgnumføra hana, krevur tað, at tey hava fakligar fortreytir og kunnleika til teir mongu útbúgvingarmøguleikarnar og arbeiðsmarknaðin, sum útbúgvingarnar eru rættaðar ímóti.
Tí hevur danska málaráðið fyri børn, undirvísing og javnstøðu sett ein arbeiðsbólk, sum skal koma við ítøkiligum tilmælum, ið skulu styrkja undirvísingina í teimum elstu flokkunum, til dømis økja samstarvið millum fólkaskúlan og miðnámsútbúgvingarnar og partar frá felags- og vinnulívinum.
”Elstu flokkarnir í fólkaskúlanum hava eina serliga uppgávu í mun til at lata næmingarnar fakliga og persónliga í, soleiðis at teir kunnu taka kritiska støðu til, hvørja ungdómsútbúgving teir skulu fara undir. Henda uppgávan verður ikki loyst einsamøll við innleiðingarskeiðum, starvslæru og brúgvarbygging. Tað er tørvur á, at samlaða undirvísingin í útskúlingini miðar neyvari ímóti málinum, sum hon er ætlað, soleiðis at næmingarnir fáa eina mynd av og verða avbjóðaðir í, hvønn veg teir skulu,” sigur Ellen Trane Nørby, ráðharri fyri børnum, undirvísing og javnstøðu í Danmark
Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við álitið í januar 2016.
Kelda: uvm.dk