Tíðindi

Arbeiðið í næmingaráðnum ein venjing bæði fyri næmingar og lærarar

Hetta krevur í grundini eina hugburðsbroyting, sjálvt um vit hava eina ávísa siðvenju í at taka næmingarnar við í undirvísingini. Tí arbeiðið í næmingaráðunum krevur eina miðvísari venjing í, at næmingar ítøkiliga hava meiningar um og skulu hava ávirkan á ymisk onnur og meira grundleggjandi skúlaviðurskifti. Tað sigur Andrias Magnussen, varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

27.03.2025

Fuglafjarðar skúli hevur eitt virkið næmingaráð, sum í fjør millum annað skipaði fyri stórum tiltaki á barnarættindadegnum fyri øll næmingaráð í fólkaskúlunum. Hetta var ein dagur, sum næmingarnir sjálvir skipaðu fyri, har eisini myndugleikar, sum hava við skúlaøkið at gera, vórðu bodnir við.

- Í Fuglafjarðar skúla hava vit raðfest arbeiðið í næmingaráðnum høgt. Um eg eri erligur, so er hetta nakað, sum er sera læruríkt fyri meg. Tí eg eri sjálvur raskur at lurta, og júst tað fellur mær lætt. Men tað at lurta er ikki tað sama sum ítøkiliga at hugsa, hvussu vit saman kunnu arbeiða við tí, sum næmingarnir siga, fyri síðani at fremja tað í verki, sigur Andrias Magnussen.

Víðari leggur hann dent á, at fólkaræði jú er galdandi alla tíðina og ikki bara, tá ið vit til dømis annað hvørt ár fara á val. Fólkaræði eigur at vera virkið í skúladegnum hjá lærarum og næmingum, har vit fáa møguleika at siga okkara hugsan og at verða hoyrd. Hetta er eisini galdandi, tá ið vit kanska kunnu hugsa, at tað, sum eg haldi, tykist undarligt. Vit hava rætt at siga og skriva tað, vit hugsa og meina, og tað eiga vit at eggja næmingunum at gera umframt eisini í næmingaráðunum at skapa góðu karmarnar fyri tí.

Andrias Magnussen vísir á, at tað kann vera skjótt, at lærarar hugsa, at tað eru tey vaksnu, sum vita best. Lærarar hava verið í skúlanum longur enn næmingar. Næmingarnir ganga jú bara í mið- ella hádeild í tvey ella trý ár og bara eina ferð, meðan lærarar ofta í fleiri ár hava verið um skiftandi og ymiskar næmingar.

- Lærarar hava ofta gjørt sær eitt ótal av royndum í fleiri ár. Hetta er sjálvandi ein vinningur í sjálvum sær, men tað er ein sannkenning, at vit ov skjótt kunnu fara at skjóta tað niður, sum næmingarnir koma við. Ístaðin fyri bara at vera opin. Um vit til dømis saman við øðrum næmingum longu hava roynt okkurt, sum miseydnaðist, at vit velja at síggja stórt í, at hesir næmingarnir sjálvir nú skulu gera sær egnar royndir. Eisini kunnu tíðin ella umstøðurnar verða broyttar, so upplagt kann vera at royna aftur. Ella saman við hesum næmingunum kann tað, sum fyrr miseydnaðist, hesa ferð fara at virka.    

Við hesum opna hugburðinum hava tey í Fuglafjarðar skúla arbeitt í næmingaráðnum. Við regluligum fundum hava næmingar lagt fram tað, sum liggur teimum á hjarta. Fundarfrásøgn verður skrivað, og málini verða síðani so hvørt viðgjørd og fylgd upp, vísir Andrias Magnussen á.

- Her skal eitt miðvíst arbeiði leggjast í fyri at menna næmingarnar at vera virknar. Og tá ið vit velja at lurta, so hevur tað samstundis týdning, at leiðsla og lærarar taka tað, sum verður lagt fram, í álvara.

Evnini, sum næmingarnir í Fuglafjarðar skúla arbeiða við, eru onkuntíð sovorðið, sum ikki er so lætt ella skjótt at seta í verk, tí tað krevur fígging ella stríðir ímóti lógum ella reglum. Annað er meira einfalt sum til dømis okkurt, sum viðvíkur fríkorterunum.

- Um næmingarnir í nøkrum viðurskiftum merkja, at tey hava ávirkan, so økist ognarkenslan, og tá er sjálv venjingin, at næmingarnir hava sagt sína hugsan og síggja, at her hendi okkurt. Tá kann hinvegin eisini vera lættari at góðtaka okkurt, sum ikki ber til at seta í verk. At tey tá hava sagt sína hugsan og vita, at tey eru hoyrd og fingu eina góða grundgeving fyri, hví tað ikki bar til. Tað er jú sama virðing. Tað kann vera munur á at hava rættindi og at hava rætt, heldur Andrias Magnussen og heldur fram:

- Her er læringin, at tey hava rættindi, men tað er ikki vist, at tey hava rætt. Eins og vit vaksnu. Vit hava ikki altíð rætt. Tí hugsi eg, at hetta arbeiðið við næmingum er líkasum í tveimum pørtum. Næmingarnir skulu læra, at tey hava rættindi, og at tey kunnu siga sína hugsa og skulu samstundis venja seg til at grundgeva fyri og ímóti og at kjakast. Hetta er hvørki lætt ella einfalt, men hetta hevur stóran týdning bæði fyri tey sum næmingar og í lívinum annars.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni