Tíðindi
20.06.2023
Í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum tann 3. apríl 2023 er samrøða við Djóna N. Joensen, landsstýrismann, um, at í samgonguskjalinum stendur, at PISA- og landsroyndir í fólkaskúlanum eiga endurskoðast.
Djóni Nolsøe Joensen sigur í greinini m.a., at ov tíðliga er at taka avgerð um, hvat eigur at verða gjørt.
Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at verða gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framat og taka eina skjóta avgerð, men viðgera málið, segði Djóni N. Joensen tá.
Og hann helt fram:
Skúlaskipanin eigur at hava nøkur eftirmetingaramboð. Landsroyndirnar kundu verið eitt gott amboð at bøtt um menningina hjá einum næmingi, tí tað ber til at síggja, hvussu næmingurin ítøkiliga loysir hvørja einstøku uppgávu. Landsroyndirnar komu á sinni bæði tí, at tí lærarar ynsktu at fáa nøkur eftirmetingaramboð, og tí at myndugleikin ynskti at vita, hvussu fakliga støðan var í fólkaskúlanum. Tað eru fleiri, sum seta spurning við, um landsroyndirnar eru rætta eftirmetingaramboðið. Hetta kundi verið broytt til, at landsroyndin bara verður eitt eftirmetingaramboð innanhýsis í skúlanum og ikki eitt landsamboð. Hetta eru spurningar, sum vit fara at viðgera. Tá ið sagt verður, at tað verður undirvíst fram ímóti eini roynd, so er tað helst rætt, tí tey allarflestu ynskja at klára seg væl í eini roynd. Hinvegin so verða landsroyndirnar gjørdar við støði í námsætlanum, og tær eru grundarlagið, tí skúlarnir undirvísa sambært námsætlanum.
Hvar eru vit nú?
Nú er eitt skúlaár liðugt, og eftir summarfrítíðina eru óivað mong innan skúlagátt, ið byrja eitt skúlaár við tí í huga, at royndir av ymsum slag eru fyri framman. Men enn er ikki stórvegis at frætta um møguligar broytingar viðvíkjandi PISA- og landsroyndum.
Djóni Nolsøe Joensen sigur í viðmerking til málið, at enn er ikki so nógv nýtt at frætta, annað enn at arbeitt verður við tí.
- Fólkaskúlaráðið arbeiðir í løtuni við spurninginum viðvíkjandi landsroyndum, og herundir eisini í hvønn mun tær kanska kundu hugsast at verða broyttar. Og tey koma eisini inn á spurningin viðvíkjandi PISA-royndunum. Eftir at Fólkaskúlaráðið er liðugt við hetta, taka vit arbeiðið upp í ráðnum til víðari viðgerð, sigur landsstýrismaðurin í viðmerking til, hvar málið um PISA- og landsroyndarbroytingar liggur í løtuni.