Tíðindi
15.08.2017
Ein kanning, sum Yougov hevur gjørt fyri danska svimjisambandið og tryggingarfelagið TrygFonden í 2014 vísir, at 51 prosent av teimum 7-15 ára gomlu ikki kunnu siga seg at vera trygg í vatni, tí tey ikki eru før fyri at svimja 200 metrar ella longri uttan hjálp av onkrum slagi.
- Hetta er álvarsamt. Svimjing er ein grundleggjandi førleiki, sum kann metast á jøvnum føti við at kunna lesa, rokna ella súkkla, og tað er av somu orsøk ein lærugrein, sum skúlin tekur sær av, sigur Tobias Marling, verkætlanarleiðari í danska svimjisambandinum; hann metir, at hóast tølini eru nøkur ára gomul, so eru tey framvegis galdandi í dag, tí heildarmyndin er ikki broytt.
Ein av orsøkunum til støðuna er, at fjórða hvørt barn ikki fær tilboð um at læra at svimja í barnaskúlanum. Ein orsøk er, at farið verður ov seint í gongd við at læra børn at svimja; verður farið í gongd ov seint, eru verri útlit at læra at svimja. At duga at svimja er at kunna svimja 200 metrar ella meiri uttan hjálp. Vantandi trygdin í vatninum ger, at Sven Hedegaard, formaður Rådet for Større Badesikkerhed, stúrir fyri gongdini:
- Alt fleiri danir svimja oftari, og tað, tú kanst bera ótta fyri, er, at ov nógv læra ikki, hvussu tey kunnu vera trygg í vatninum, og at talið á vanlukkum økist, sigur hann.
Tað er tarnandi fyri tey børn, sum ikki læra at svimja, heldur Tobias Marling, tí tey kunnu ikki fara við vinunum í svimjihøllina.
- Vantandi svimjiførleiki merkir, at ikki øll børn kunnu taka lut í tiltøkum, sum tey tí eru ekskluderað frá, sigur Tobias Marling og undirstrikar, at tað sjálvandi er tryggari fyri børn og vaksin, at tey kunnu bjarga sær sjálvum.
Á hvørjum ári drukna fólk í Danmark; tíbetur er talið á børnum, sum drukna, minkað síðan aldarskiftið; tað liggur millum 0 og 2 um árið. Tó eru nógvar vanlukkur, har børn eru nærum við at druka, eftir at tey eru komin illa fyri í til dømis svimjihøllini.
Kelda: politiken.dk
Mynd: Jens Mortan Rasmussen