Tíðindi

Anders Bondo Christensen gestarøðari á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum verður 30. apríl, verður fyrrverandi formaðurin í danska lærarafelagnum annar gestarøðarin.

18.03.2022

Anders Bondo Christensen gekk á odda í danska lærarafelagnum í nógv ár. Áðrenn hann kom í nevndina í Danmarks Lærerforening, var hann fyrst limur og síðan formaður í lokala lærarafelagnum í Sønderborg, har hann eisini var lærari. Í 1996 kom hann í nevndina í Danmarks Lærerforening, og í 2002 gjørdist hann formaður. Hetta starvið røkti hann til 2020, tá ið hann valdi ikki at stilla uppaftur. Hann er tann formaðurin í danska lærarafelagnum, sum hevur sitið longst.

Anders Bondo Christensen gekk sostatt á odda í felagnum, meðan stóru nýskipanirnar vórðu framdar á fólkaskúlaøkinum í Danmark í 2014, og sum eisini høvdu við sær, at lærarar kring alt Danmark løgdu arbeiðið niður í fýra vikur.

Eftir at Anders Bondo Christensen fór frá, hevur hann tikist við ymiskt; hann er eitt nú klummuskribentur á miðlinum Altinget Arbejdsmarked. Umframt er hann gestafyrilestrarhaldari á Syddansk Universitet, og hann vitjar javnan lærarafeløgini kring um í Danmark.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 30. apríl á Hotel Føroyum. Á skránni verða eitt nú formansval og nevndarval.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni