Tíðindi

Altørvandi kapasiteturin í Tróndargøtu

- Tað, sum er gott, er ikki ringt, sigur Gyðja Hjalmarsdóttir, orðblindalærari, í sambandi við, at í dag verður hvør tann einasti næmingur í 3. flokki í øllum landinum kannaður fyri orðblindni. Og tað er gott!

05.10.2016

- Nú eru vit byrjað, og spurningurin er, hvat vit so gera, tá vit finna út av trupulleikanum, sigur Gyðja, ið er ein av teimum royndu lærarunum í toyminum hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik.

Felagið er privat. Tað heldur til í Tróndargøtu 40 í Havn. Á netinum eitur felagið lesa.fo. Teldupostadressan er lesa@lesa.fo.

Í nevndini eru: Anne-Karin Kjeld, forkvinna, Laila Egholm, næstforkvinna og skrivari, Durið Eyðbjørnsdóttir, Tove Jacobsen og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, nevndarlimir, og Sigga Arge tiltakslimur.

Anne-Karin Kjeld, psykoterapeutur, og Gyðja Hjalmarsdóttir greiða frá, at hetta privata felag hevur serlærarar, orðblindalærarar, lesivegleiðarar og rokniserfrøðingar. So her verður staðfest, at felagið hevur rættiliga nógv, góð fakfólk.

- Okkara størsta mál er, at tað slættis ikki verður brúk fyri okkum meir, sigur Gyðja utopiskt, men slóðbrótandi, tí vit kunnu bara ímynda okkum, at vit kundu komið so langt, at serførleiki og serkunnleiki verða óneyðugir førleikar.

- Tá verða vit óalmindiliga glað, siga tær báðar sum við ein munn.

Veruleikin er, at Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fær fleiri og fleiri næmingar. Sostatt kunnu vit staðfesta, at alsamt fleiri eru varug við, at felagið er til, og hvussu harðliga eitt samfelag hevur brúk fyri slíkum, enntá sjálvbodnum alvi.

Kortini kann úrslitið av hesum sjálvbodna arbeiði hjá toyminum í Tróndargøtu 40 í Havn verða, at ein orðblindastovnur – sum so mangan nevnt – verður skipaður í Føroyum.

Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur næmingar, sum møta klokkan níggju um morgunin. Næmingar, ið koma heilt av Viðareiði til dømis. Ja, hagar koma næmingar úr Suðuroynni og Sandoynni. Úr øllum landinum.

Næmingarnir leita sær hjálp og fáa hjálp hjá einum felag, sum hetta seinasta árið hevur fingið játtað hálvaaðru millión krónur av Løgtingsins fíggjarlóg.

Jú, tað ger mun, tí annars hevði raksturin ikki borið til yvirhøvur, tó at mátturin geisar úr sjálvbodnum eldsálum.

Hóast framstig eru á orðblindaøkinum er framvegis langt, langt á mál. Í eini grein í Skúlablaðnum 6/2015 siga teir báðir orðblindalærararnir, Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer millum annað:

- Vit mugu fáa orðað ein politikk á orðblindaøkinum, ongantíð og skjótt, har vit greitt siga, hvat vit vilja, hvør kósin skal vera, hvat tilboð orðblind skulu hava (...). Av tí at vit eingi mál hava sett fyri, hvat vit vilja og eiga at bjóða orðblindum, so eru vit alla tíðina eftirbátur. Vit hava verið í eini tilgongd í nógv ár, men hon gongur alt ov seint, og tað harmast vit um, tí tey orðblindu bera prísin hvønn dag. (...) Av tí at amboðini eru so fá, og tey flestu ikki hava føroyska málið, læra orðblind seg at samskifta á donskum til dømis, og tey fara á danskan eftirskúla fyri orðblind at læra tað, sum tey ikki hava kunnað lært í fólkaskúlanum í Føroyum. (...) Tøknina hava vit, men hon tosar bara ikki føroyskt ...

Myndin:

Anne-Karin Kjeld, psykoterapeutur, og Gyðja Hjalmarsdóttir, orðblindalærari, greiða frá, at Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur rættiliga nógv, góð fakfólk: Serlærarar, orðblindalærarar, lesivegleiðarar og rokniserfrøðingar

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni