Tíðindi

Altjóða ráðstevna í Íslandi um útbúgving

Í komandi viku – í døgunum 24.-26.mars – er ISTP-ráðstevna í Reykjavík í Íslandi.

21.03.2025

ISTP stendur fyri International Summit on the Teaching Profession. Ráðstevnan í ár er tann fimtanda í røðini og snýr seg um heitið sigur um lærarayrkið. Úr Føroyum luttaka Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, Katrin Dagsbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Luttakararnir á ráðstevnuni koma úr 21 londum úr øllum heiminum; hvørt landið sær er umboðað av ráðharranum í undirvísingarmálum og forfólkum í fakfeløgum innan undirvísing; aftrat teimum eru embætisfólk og lærarar. Harumframt eru umboð frá OECD, Organisation for Economic Co-operation and Development, og EI, Education International.

Tað verður høvi hjá umboðunum úr hvørjum landi sær at seta umboðum úr øðrum londum stevnu fyri at kunna seg nærri um ymisk viðurskifti á skúlaøkinum. Umboð úr Ukraina hava sett føroysku umboðunum stevnu; umboðini úr Føroyum hava sett umboðum úr Skotlandi, ið er okkara næsti granni, og Estlandi stevnu.

Fyrst á skránni fyrsta ráðstevnudagin er, at umboð úr Íslandi greiða frá íslendsku skúlaskipanini og menningini, sum hevur verið á skúlaøkinum í Íslandi. Í hesum sambandi verður vitjað í ymsum skúlum í Íslandi.

Vitlíki er evni á skránni seinnapartin fyrsta ráðstevnudagin. Kjakast verður um, hvussu vit seta mark fyri vitlíki í útbúgving. OECD og Education International hava í felag gjørt eitt upplegg at kjakast út frá um møguleikar, leiðreglur og verjur, tá ið talan er um at brúka vitlíki í undirvísingini. Tað verður Katrín Jákupsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri Íslands, sum verður orðstýrari undir orðaskiftinum. Kjakið fer eisini fram í smærri bólkum, har luttakararnir sleppa at seta orð á, hvørjar leiðreglur eru galdandi í sínum landi, hvørjar avbjóðingarnar eru og so framvegis.

Høvuðsyvirskriftin fyri annan og triðja ráðstevnudagin er: Lykilin til vælferð og vælveru. Týsdagin 25.mars og mikudagin 26. mars er drúgv skrá fyri ráðstevnuna við framløgum, kjaki og smærri fundum, og so er eisini serstøk skrá fyri ráðharrarnar úr ymsu londunum og somuleiðis serstøk skrá fyri lærarafeløgini, sum eru við á ráðstevnuni.

ISTP 2025 - Home


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni