Tíðindi

Altjóða læraradagur í 30 ár

5. oktobur er á hvørjum ári altjóða læraradagur

30.09.2024

Altjóða læraradagur verður hildin 5. oktobur um allan heimin á hátíðarhalda og varpa ljós á læraran og viðurkenna stóra arbeiðið, sum lærarin ger hvønn einasta dag.

Tað er UNESCO, sum hevur sett læraradagin á breddan fyri at varpa ljós á týdningin og stóru ábyrgdina, sum lærarar kring allan heim hava og altíð hava havt, ikki bara at mynda lívið hjá børnum kring heimin, men eisini fyri at albúgva komandi ættarlið innan allar førleikar, sum krevjast fyri at vera partur av einum samfelag. Skal lærarin megna hesa stóru og týðandi uppgávuna, má hann alt lívið førleikamenna seg og dagføra sína vitan og fyrireika seg til dagsins gerning, sum ongantíð er líka. At verða undirvíst/ur av einum útbúnum lærara er treytin fyri dygdargóðari útbúgving.

Altjóða læraradagurin hevur verið hildin síðan 1994 í fleiri enn 100 londum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni