Tíðindi

Altjóða læraradagur og 125 ára føðingardagur

Á ólavsøku vóru 125 ár síðani, at Føroya Lærarafelag var stovnað. Føroya Lærarafelag fer við ymsum tiltøkum í heyst at gera vart við henda stóra dagin, og byrjað verður rundan um altjóða læraradagin, 5. oktober.

26.09.2023

Tað fyrra tiltakið er kvøldseta í Skúlanum við Løkin 5. oktober kl. 19 við hópin av áhugaverdum innsløgum. Eitt nú fer Omondi Reagan Ayodo, lærari, at greiða frá, hvat eyðkennir skúlan í Kenja, haðani hann er ættaður, Skála skúli og Runavíkar kommunuskúli, sum báðir hava vunnið Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags, fara báðir at hava framløgu um veðurlagsverkætlanir sínar, Gunnhild Dahl Niclasen, sum er annar av rithøvundunum á bókini, Matur – okkara virðismikla tilfeingi, fer at hava framløgu um evnið. Harumframt verða fleiri tónleikainnsløg. Jónleif Johannesen leiðir tiltakið.

Tað seinna tiltakið verður forkunnug konsert á Reinsarínum í Havn. Tey, sum fara at syngja og framføra hetta kvøldið, eru øll lærarar. Á skránni er eisini spurnakapping og felagssangur. Tiltakið verður fríggjakvøldið 6. oktober klokkan 19.00 til 23.00.

5. oktober á hvørjum ári er altjóða læraradagur. Um allan heimin verða lærarar um allan heimin viðurkendir júst henda dagin fyri stóra og góða arbeiðið, teir gera, og tann stóra týdningin fyri hava fyri samfelagið. Hildið verður, at fleiri enn 100 lond hátíðarhalda henda dagin.

Stóri føðingardagurin hjá Føroya Lærarafelag, ið var ólavssøkudag, verður hildin við fleiri tiltøkum komandi ár.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni