Tíðindi
17.11.2023
Mánadagin tann 20. novembur skipar næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla fyri tiltaki í skúlanum, ið setir ST-sáttmálan um barnsins rættindi í miðdepilin.
Øll næmingaráðini kring landið eru boðin við, og fleiri hava meldað seg til. Yvir 100 næmingar ymsastaðni úr landinum fara at taka lut – tað fegnast tey almikið um í Fuglafirði.
Harumframt luttaka uml. 300 næmingar úr Fuglafjarðar skúla.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður og barnanna umboðsmaður, luttaka.
Dagurin byrjar kl. 09.30.