Tíðindi

Alternativ til fartelefonirnar

Í eini grein herfyri skrivaði eg um brúk av fartelefonum í skúlanum. Har nevndi eg m.a., hvussu tað ávirkaði atburðurin og samskiftið millum næmingarnar. Eisini kom eg stutt inn á, hvørjar keðiligar avleiðingar kundi standast av hesum t.d. happing, manglandi menning av sosialum førleikum og øðrum. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

03.11.2015

 

Tá vit síggja, at fartelefonin alt meiri tekur valdið í fríkorterinum í teimum eldru flokkunum, samstundis sum vit vita, at tað er óheppið fyri menningina hjá næmingunum, so eiga vit at vísa á aðrar møguleikar, sum kann fáa teir at velja fartelefonina frá.

 

Tá næmingarnir koma upp í 6. flokk, so eg hugurin til at vera úti og spæla lítil, undantikið hjá teimum, sum dámar at sparka bólt. Og nú er tað, at fartelefonin, teldilin og líknandi av álvara gera um seg og mynda samveruna næminganna millum.

 

Fyri uml. 10 árum síðan var vanligt at síggja næmingar spæla ymisk kort- og brett spøl, talv, gera handalig ítriv t.d. binda, tekna og líknandi. Nú á døgum hava fartelefonirnar yvirtikið plássið.

 

Í skúlanum, har eg starvist, hevur skúlin keypt 2 fótbóltsborð og sett tey í gongina, har framhaldsflokkarnir halda til. Hesi fótbóltsborðini eru tey kendu “gomlu”, har 2 spælarar standa hvør sínum megin borðið og stýra leikarunum við at snara á ymiskar stengur. Sigast má, at tað hevur roynst væl. Tey sita ikki á sama hátt við eini fartelefon í hondini, men flokkast um borðini.

 

Hetta fær meg at hugsa um onnur spøl til eldru næmingarnar, spøl, sum kunnu fáa tey at røra seg og hugna sær saman uttan fartelefon.

 

Flest allar stovu hava samvirknar talvur. Hetta gevur møguleika at brúka tey elektronisku spølini, sum stimbra rørslu og samspæl. Eg hugsi um Wii-spøl og líknandi.

 

Gamaní, ein kann hugsa sær til óhepnar støður, sum kunnu standast av slíkum spølum, t.d. borðini mugu flytast, ov nógvur gangur, manglandi útlufting ella iltmangul, okkurt í spælinum brotnar o.s.v. Men álvaratos, tað ber til at umganga ella finna góðar loysnir til møguligar trupulleikar, sum kunnu hugsast at koma í kjalarvørrinum av at geva næmingunum hesi teldu- og rørslu spølini.

 

Tær góðu avleiðingarnar av, at eisini teir eldru næmingarnir spæla, røra seg og tosa saman eru so nógv fleiri enn tær keðiligu. Eg eri vís í, at trivnaðurin, samanhaldið og menningin, sum heild, hevði verið styrkt, um ein samanber við støðuna í dag, har næmingarnir í stóran mun eru tengdir av fartelefonii í fríkorterinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni