Tíðindi

Alt undirvísingarverkið í tryggari skipan

Og í dag fegnast vit um, at fyrsti parturin av felags LestrarFyrisitingarSkipanini verður tikin í brúk. Tað segði Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, í røðu á hátíðarløtu í Undirvísingarstýrinum í dag

31.10.2022

Í september 2019 var í smáum sett hol á at greina støðuna við kt í undirvísingarverkinum. Skjótt gjørdist greitt, at støðan var hættislig, tá talan var um tær mongu umsitingarskipanirnar, vit hava, kunnleika og undirstøðukervið. Sum partur av hesum greiningararbeiði var sett gongd á at orða eina strategi fyri økið, og henda var handað landsstýrismanninum í undirvísingarmálum á samkomu í Norðurlandahúsinum 4. september 2020 undir heitinum ”Saman um eina trygga kt-loysn”.

Endamálið við strategiini var at røkka hesum endamálum:

• Økja um KT- og dátutrygdina í undirvísingargeiranum

• Økja um dygdina í upplýsingum um næmingar og fak (dátarikin skúlamenning)

• Veita skjótt og álítandi avgerðargrundarlag fyri politikk- og sektormenning

• Betra um samskiftismøguleikar millum skúla, fakfólk, næmingar og foreldur

• Sleppa undan dupultarbeiði í fyrisitingini á skúlum, hjá myndugleikum og hjá næmingum

• Skapa fyritreytir fyri munadyggum eftirlits- og myndugleikaarbeiði

Heildarætlanin fevndi um tvey strategisk høvuðsátøk:

1. at uppbyggja KT-felagsskapin, Skúlanet

2. at menna eina lestrarfyrisitingarliga KT-skipan (LFS), sum er felags fyri allan undirvísingargeiran

5. mars 2021, var verklagslóg løgd fyri Løgtingið um at játta 40 mio kr. til at fremja heildarætlanina, og henda var einmælt samtykt í Løgtinginum 23. apríl 2021

Hóast stutta tíð og nógv vatn er runni í ánni síðan tá, og fyri at gera eina langa søgu stutta, so kunnu vit staðfesta, at fyrstu skúlarnir, ið vóru Sands- og Skopunarskúli og Meginskúlin á Sandi, komu á Skúlanet fyrst í juli í ár.

Í februar í ár var útboð eftir mennarum, og í apríl var av álvara farið undir at menna LFSin, og tað arbeiðið hevur eftir okkara tykki gingið ógvuliga væl, hóast hátturin arbeitt verður eftir er ótradionellur og óvanligur í Føroyum.

Og í dag fegnast vit um, at fyrsti parturin av felags LestrarFyrisitingarSkipanini verður tikin í brúk. Enn er tað avmarkað, hvussu nógvir brúkarar síggja og arbeiða í skipanini – men hon er í luftini og tøk hjá fyrstu brúkarunum. Hesir skulu skapa grundarlag fyri víðari menningini og verksetingum.

Vit hava hópin av samstarvsfeløgum við í hesi risa uppgávu, og fari eg ikki at nevna øll, men vil í dag fegin takka veitarunum, leiðslum og starvfólkum, sum vit hava við fyri at byggja skipanina: Torbjørn Lisberg, Formula, Menteo, Prisma og Elektron. Takk fyri tykkara dugnaskap, ídni og góða samstarv.

Eg eri sannførdur um, at henda kt-skipanin vit í dag seta í verk kemur at vera slóðbrótandi á fleiri økjum m.a.

Alt undirvísingarverkið er í eini tryggari skipan, og gevur tað stórar umsitingarligar fyrimunir
Skúlaleiðslur fáa atgongd til dátur á lættan og smidligan hátt, ið geva stórar námsfrøðiligar menningarmøguleikar á hvørjum einstøkum skúla
Politiski myndugleikin og samfelagið sum heild fáa munadygg og støðugt dagførd hagtøl um alt undirvísingarverkið sum grundarlag undir mennandi tilgongdum.

Navn og búmerki

Móðurmálsorðabókin sigur m.a. um kervi, at ”tað er ein samheild av lutum (…) har ið teir einstøku partarnir eru bundnir hvør at øðrum og virka eftir ávísum reglum…” Vit hava dømi sum: vegakervi, sólkervi og undirstøðukervi. Orðið lýsir tí ógvuliga væl nýggju kt-skipanina, at hon verður bygd í lutum, sum eru bundnir saman og virkar eftir ávísum reglum.

Vit kenna øll ”pluss”. Pluss merkir meira, hægri ella betri og sipar tí til nakað jaligt. Pluss kann eisini merkja vøkstur og framburður og kveikir beinleiðis hugsamband við skúla og menning. Innan fyri kt-vinnuna sipar pluss-teknið vanliga til eina tal-hækking ella eina skipanarliga uppstigan. Pluss-teknið vísir eisini á, at nýggja kt-skipanin kemur at fevna um meira. Tað vil siga ikki bara um fólkaskúlan, men eisini miðnám og hægri útbúgvingar. ”Gamalt støði er gott at byggja á” – verður sagt. At seta pluss-teknið aftan fyri orðið ”Kervi” skal eisini boða frá, at vit taka støði í verandi kendu umsitingarskipan Kervi, og er samstundis ein viðurkenning av tí, sum var frammandunan.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni