Bloggur
20.08.2024
Myndin av mær og Anne-Lie Danesdotter er meir enn 20 ára gomul. Vit skuldu í brúdleyp hjá vinmanni okkara.
Anne-Lie er 115 cm. Hon hevur ikki hendur, men nakrar fingrar og lið á ørmunum, sum hon nýtir til fulnar. Bein og føtur eru eisini øðrvísi enn tað, sum vit mangan kalla tað normativa.
Anne-Lie hevur lívsorku – meir enn tey flestu. Hon er vøkur og lættsint, hóast hon hevur fingið brotasjógvar í lívinum.
Tá ið Anne-Lie varð fødd í 1968 , 6 vikur fyri tíð, hildu læknarnir ikki, at foreldrini fóru at megna at hava eitt barn við so stórum breki. Tískil slapp mamman ikki at síggja hana, fyrrenn hon var 6 vikur. Pápin og omman sóu hana inn gjøgnum eitt vindeyga í hurðini í føðideildini, tá ið hon var dagsgomul. Tey fingu hana heim av Barnaheiminum, tá ið hon var 6 mánaðir. Foreldrini og serliga mamman hugsaði, at Anne-Lie skuldi hava somu møguleikar at mennast sum onnur børn og klára seg eins væl og hini, helst betur.
7 ára gomul fór hon í skúla. Lærararnir meintu, at hon skuldi skriva maskinskriving og ikki sum hini børnini, sum lærdu handskrift. Men mamman segði, at hon skuldi læra at skriva við hond. Gaman í kravdi tað av lærarunum, at teir hugsaðu um, hvussu hetta skuldi gerast, tí hon hevði ikki hendur sum tey flestu. Anne-Lie arbeiddi seg til eina ómetaliga vakra handskrift. Hon hevur ein vilja av stáli og hevði eina familju, sum visti at hon dugdi.
Væl gekst í skúlanum, og Anne-Lie var ein partur av heildini í skúlanum. Tað hevur heilt víst kravt nakað væl meir av henni at gera tað sama sum hini, og tað hevur eisini kravt nakað av lærarunum – til dømis at hugsa seg fram til, hvussu hon skuldi læra at halda í blýantinum, og annars hvussu hon kundi luttaka saman við hinum.
Anne-Lie svam í frítíðini, og hon gjørdist so góð, at hon kom á svenska landsliðið. Hon var m.a. við til PL í Seoul, til HM og vann heiðursmerki til stórar kappingar.
Seinni giftist hon góðum manni, sum tíverri fór alt ov ungur.
Nú er hon útlærdur prestur, og hetta er eitt starv, sum hon er so sera glað og takksom fyri.
Havi hug at spyrja: Hvussu hevði lagna hennara verið, um hon ikki hevði júst hesi foreldrini, sum sóu styrkirnar hjá henni, og sum elskaðu hana, júst sum hon var?
Lærararnir høvdu eisini sín leiklut og eina rúmliga fatan av, hvørjum pláss var fyri í skúlanum.
Vit vita, at tað, sum vit seta sjóneykuna á, veksur. Síggja vit styrkirnar hjá tí einstaka barninum, heldur enn tað, sum tað ikki maktar (enn), so styrkist lítla menniskjað.
Tá ið barnið hevur áræði at gera okkurt ávíst og sleppur at gera tað, so ber eisini til at arbeiða við tí, sum kennist truplari. Tað hevur alstóran týdning fyri okkum menniskju at vita, at vit duga okkurt væl.
Eitt, sum vit vita frá ítróttini, er, at vit skulu fokusera á tað góða. Serliga beint áðrenn kapping, tá ið vit skulu avrika! Hugsa um tað, sum vit duga væl. Tað, sum riggar.
Ein svimjari byggir seg upp við at síggja fyri sær (mentalisera), hvussu VÆL tað fer at ganga. Hann setur sjóneykuna á tað, sum hann hevur vant og tað, sum hann dugir best.
Hvussu síggja vit hesi smáu, spentu børnini, sum í hesum døgum trína inn um skúlans gátt – summi fyri fyrstu ferð? Hvønn hugburð hava vit? Hvat samband hava vit við barnið, áðrenn vit byrja at lýsa tað? Anette Prehn sigur soleiðis í eini samrøðu: “Hjernen er formbar. Den er foranderlig alt efter, hvilke omgivelser den spiller sammen med.” Tað er fantastiskt! Vit kunnu viðvirka til, at okkara næmingar fáa eina fatan av at vera góðir nokk – júst soleiðis, sum teir eru. Søgan um Anne-Lie greiðir okkum frá um eina gentu við munandi kropsligum breki – nakað sum sæst. Hon er komin ómetaliga langt. So kunnu vit grunda um tær diagnosurnar, sum ikki eru kropsligar – hvat vita vit í veruleikanum um, hvørjir menningarmøguleikar eru? Seta vit mørk fyri hesum næmingunum? Hvussu brynja okkara ungdóm til lívið?
Eg seti ljóskastaran á hesi viðurskifti, tí eg haldi, at samfelagið í størri og størri mun peikar einstaklingin út sum verandi tann, sum bagir okkurt. Diagnosurnar eru óteljandi, og tær eru farnar at fylla ov nógv hjá okkum øllum. Vit vilja øll hoyra til felagsskapin. Tí skulu vit arbeiða meir við felagsskapinum og trivnaðinum. So fáa vit mest burturúr. Tí glað børn læra best. Tað merkir ikki, at øll læra eins nógv í øllum lærugreinum, og tað ger minni. Tí tað eru summi, sum hava tørv á nøkrum øðrum – men eisini hesi duga okkurt væl. Tað snýr seg um at finna tað. Tá ið vit arbeiða við felagsskapinum og við trivnaðinum er umráðandi at reflektera saman sum fakfólk. Seta okkum saman og spyrja: Hvat fremur góðan felagsskap? Hvat fremur góðan trivnað? Hvussu vilja vit síggja einstaka barnið? Hvussu síggja vit atferðina hjá børnunum? Reflektión er ein grundarsteinur í okkara arbeiði. Hevði viljað, at hetta var ein fastur táttur av gerandisdegnum.
Havi leingi ætlað mær at skriva nakað um rúmsátta skúlan. Har pláss er fyri menniskjum, so ymisk sum tey nú einaferð eru. Hetta er skrivað í bestu meining og við vónini um, at vit kunnu gera okkurt fyri at venda gongdini, sum nú tykist vera henda: At alt fleiri børn hava tað trupult í skúlanum, og onnur tilboð, so sum heimaskúli ella serskúli, eru neyðug. Orsøkirnar til gongdina eru mangar. Vil við hesum vísa á, hvussu neyðugt tað er, at vit síggja styrkir og førleikar og leggja dent á hetta. Tí vit vilja øll liva og virka við teimum førleikunum, sum vit hava. Tað gera vit best við at tosa og arbeiða við tí, sum vit megna – og so hava vit áræði at kempa við tí, sum er truplari.
Saman standa vit sterkari, bæði sum einstaklingar og sum samfelag.
Yvirskriftin er ein strofa úr sanginum “Hjartað” hjá Pæturi og Tóru við Keldu. Hóskandi er at enda við aðrari strofu:
Alt tað, títt eyga finnur í mær,
sigur, hvat býr í tær.