Tíðindi

Alt talar fyri at gagnnýta førleikarnar á førleikastovunum betur

Vit vísa enn einaferð á, at tað er lítið skilagott at serútbúgva lærarar og so ikki brúka førleikarnar. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

14.02.2023

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, er samdur við leiðaranum á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin, Mirjam Zachariasen, sum í samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum í gjár, sigur, at tímarnir til førleikastovuna samsvara ikki við uppgávurnar, sum førleikastovan hevur.

- Eg hoyri frá øllum teimum, sum arbeiða á førleikastovunum, at tey hava alt ov lítla tíð til uppgávuna, tey hava, og tað er líkamikið, um tey arbeiða á stórum ella lítlum skúla. Tørvurin er størri, enn tíðin røkkur til, og hetta er í øllum skúlum. Vit vísa enn einaferð á, at tað er lítið skilagott at útbúgva lærarar til at fáa góðar førleikar og so ikki brúka førleikarnar. Soleiðis sum veruleikin er, so brúka teir serútbúnu lærararnir  á førleikastovunum bara ein brotpart av síni arbeiðstíð til sítt serøki. Ein orðblindalærari sleppur ofta bara at nýta ein triðing at síni arbeiðstíð til orðblindaøkið, restin at tíðini skal hann arbeiða sum vanligur lærari. Við hesi skipan røkkur tíðina bara til at staðfesta tørvin og trupulleikarnar hjá næmingum, men teir sleppa bara at brúka ein evarska lítlan part av arbeiðstíðini til at hjálpa næminginum við tí, hann stríðist við. Hví ikki gagnnýta hesar serútbúnu lærararnar til fulnar og t.d. seta orðblindalæraran fulla tíð at arbeiða við sínum øki? Tað er eingin grundgeving, sum talar fyri ikki at brúka førleikarnar, nú skúlin hevur teir. Vit hava dugnaligar og væl útbúnar lærarar, sum vilja brúka sínar førleikar; tað einasta, sum krevst, er, at tey fáa tíð at gera tað.

Tímarnir, sum førleikastovurnar fáa til hvønn einstakan serútbúnan á førleikastovunum, eru eftir støddini á skúlanum. Undanførslan fyri ikki at hækka tímatalið, er, at pengar eru ikki í skipanini at raðfesta førleikastovurnar hægri. Jacob Eli S. Olsen vísir á, at um somu tíð, sum vit ikki raðfesta førleikastovurnar, sum kunnu fyribyrgja nógvar trupulleikar, so vita vit, at tað sálarfrøðiliga, sosialt og fíggjarliga er skilagott at fyribyrgja og seta tíðliga, tí tað sparir í seinna enda.

- Tað, sum hevur fíggjað, at vit hava fingið fleiri serútbúnar lærarar og fleiri førleikar á førleikastovuni, er, at vanligi lærarin undirvísir meiri. Tað einasta, vit kunnu gera, um hetta økið skal raðfestast enn hægri, er at fáa hægri játtan til fólkaskúlan, tí verandi játtanin rúmar ikki meiri.

Tað hevur verið eitt frambrot fyri fólkaskúlan, at vit hava fingið førleikastovur, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- At vit hava førleikar í skúlunum, sum kunnu hjálpa næmingunum, krevur serútbúnar lærarar, sum hava tíð at røkja seruppgávuna. Vanligi lærarin hevur ikki henda førleikan ella umstøðurnar. Tað er neyðugt, at serkøni lærarin á førleikastovuni kann taka næmingar til síðis og undirvísa teimum við tí, teimum tørvar ella undirvísa saman við læraranum í flokkinum nakrar tímar. Hetta skulu tíð og servitan til, og tað manglar í stóran mun í verandi skipan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni