Tíðindi
01.03.2016
– Nakrir fáir fundir vóru um kvøldið, men annars passaðu fólk sítt. Sjálvandi tosaðu starvsfelagar saman, men annars vart tú inni í flokkinum og undirvísti, minnist Birgit.
Síðan er alt taðað sundur. Eitt er, at Mentamálaráðið eigur lærararnar, og at kommunan eigur bygningarnar, frítíðarskúlan og námsfrøðingarnar. Annað er, at næmingar, starvsfólk, foreldrini og skúlastýrið eisini vilja hava ávirkan á skúlan.
– Tá ið eg bleiv stjóri, kom virksemisætlanin eisini. Eg skuldi sita við hvørjum einstøkum lærara og planleggja alt komandi skúlaár: fundir, foreldrasamstarv, ráðlegging og alt. Fyrr gjørdi tú tað, sum tú skuldi, og ongin spurdi. Í dag fær lærarin eitt skjal, har tað stendur, hvat hann skal. Munurin er stórur, staðfestir fráfarandi stjórin.
Birgit heldur hetta vera í so stramt.
– Tað er blivið ov nógv við hesum, at tá ið okkurt stendur skrivað onkrastaðni, so er tað galdandi. Tá ið tú hevur við menniskju at gera, hendir altíð okkurt óvæntað. Eingin manualar er til alt. Eingin fasittlisti er til børn, hugleiðir hon.
Prøva bara ...
–Tað krevur nógv at vera lærari í dag. Tú mást brenna fyri tí. Annars nyttar einki!
Í staðfestingini hjá Birgit liggur, at tú mást vera væl fyri fakliga, men at tað er so nógv annað í gerninginum.
– Tú mást duga at skapa eina góða relatión. Tað nyttar ikki bara at vera góður faklærari. Tú mást eisini duga at taka tær av flokkinum!
Krøvini eru eisini herd, sum tíðin krevur. Stýrt verður meira eftir ørkum og útrokningum enn við at hyggja út gjøgnum stýrhúsrút. Ikki gott, leggur Birgit dent á:
– Gamli stjórin hjá mær, Petur P. Dahl, lærdi meg nakað, sum eg altíð sigi við fólk: Brúka vit og skil! Nú er tað bara roynd, roynd, roynd! Tað má vera ein millumvegur, suffar hon og heldur fram:
– Vit hava so góðan hug at testa alt. Hví? Er tað týdningarmikið? Er gerandisdagurin ikki týdningarmeiri? Úrslitið, sum tú fært við roynd, er bara eftir, hvat tú spyrt um, júst tá ið royndin er!
At alt ikki skal »koma ann upp á ein prøva«, sæst eisini á einum Einstein-sitati á uppslagstalvuni hjá Birgit:
»Not everything that counts, can be counted. And not everything, that can be counted, counts.«
Tøknin tyngir
Men Einstein arbeiðir ikki í Mentamálaráðnum, og royndarhugurin haðan elvir eisini til avleiddar avbjóðingar. Skúlin skal eitt nú hava undanroynd.
Birgit Arge:
– Undanroyndin er ikki fyri at vita, um hetta er tað rætta, vit gera við næmingarnar. Nei. Hon er fyri at vita, um tøknin virkar. Duga teir at rita seg inn? Duga teir at trýsta har, teir skulu?
Birgit undrast á, at skúlin enn er í tí fasuni, at fólk skulu læra seg at brúka tøknina. Tað er ikki gott.
– Tøknin er fantastisk og neyðug at læra, men tað kann altso blíva ov nógv, heldur hon og vísir hinvegin á, at talgildu royndirnar gera, at minni tíð verður til at hugsa um innihaldið í royndini.
Tekstur og mynd: Høgni Mohr