Tíðindi

Alt ov nógv ivamál við talgildu jólaroyndini

Í sambandi við royndirnar, ið júst hava verið í fólkaskúlanum, havi eg hesar viðmerkingar. Gitte Klein, lærari, skrivar

08.12.2015

Viðvíkjandi stílunum er tað óheppið, at Mentamálaráðið hevur avgjørt at stytta tíðina til 3 tímar. Sum eg skilti á skúlaleiðarafundinum, er orsøkin tann, at næmingar hava teldu og ikki nýtast at skriva inn við hond. Harumframt var ein orsøk, at hallirnar vóru upptiknar í eitt longri tíðarskeið.

Taka vit fyrstu orsøkina, haldi eg, at tað, at tú hevur eina teldu, als ikki er orsøk til at taka og stytta tíðina – tvørturímóti. Tá tú skrivar stíl, krevur tað av næminginum, at hann fyrst og fremst skal velja eitt evni. Tann góði næmingurin lesur evnini ígjøgnum, áðrenn hann velur tað rætta evnið at fara undir. Hetta tekur í minsta lagi ein hálvan tíma, síðan skal hann seta seg inn í valda evnið. Hetta tekur í minsta lagi 45 minuttir afturat. Skal ein næmingur gera nakað munagott og hava stundir at fara afturumaftur, krevur hetta tíð og hugdýping. Tríggir tímar eru alt ov lítið til tey krøvini, vit seta til eitt avrik í 9. flokki. Talan er ikki um eina fría søgu, men um greining og tulking, um at siga sína hugsan um líkt og ólíkt, og tað krevur, at næmingurin hugsavnar seg, og tað haldi eg, vit skulu loyva góðu næmingunum. Hesir vilja eisini hava stundir at rætta í stílinum. Mann ynskir, at umleið 10% av næmingunum fáa 12. Hesi 10% svara til teir næmingar, sum sita allar fýra tímarnar og skriva stíl. Latið okkum ikki snýta hesar næmingarnar. Tað vera altíð nakrir næmingar, sum sleppa sær av stað aftaná fáar tímar, men lat ikki støðið leggjast eftir hesum næmingunum. Viðvíkjandi hallunum, havi eg als onga viðmerking, tí tað haldi eg er ómetaliga óseriøst, at mann yvirhøvur hugsar hetta sum eina grundgeving, tá mann styttir tíðina, næmingar hava til royndina.

Fimisrokning

Umframt hetta vil eg vísa á, at tað als ikki kann góðtakast, at næmingar fáa uppgávur, har feilir eru í. Taka vit til dømis fimisrokningina hjá næmingum í 9. flokki, fekk næmingurin stykkini: 35, 36 og 37 skeiv, hóast hann hevði roknað tey røtt. Hetta eigur ikki at koma fyri. Flestu næmingar eru í eini strongdari sinnisstøðu, tá teir eru til roynd. Av tí at royndirnar eru snikkaðar soleiðis til, at hann fær úrslitið alt fyri eitt, merkir tað, at hansara næsta avrik verður ávirkað av hansara sinnisstøðu, sum sjálvandi er verri, um úrslitið er vánaligt. Vælvitandi um, at hann hevur svarað rætt upp á spurningar, fer hann til greiðslurokning við teirri vitan, at hann hevur klárað seg illa, og at úrslitið er vorðið enn verri, tí teldan roknar skeivt. Hetta ávirkar serliga veika næmingin nógv. Spurningur kann tí setast við, um tað er rætt, at næmingurin fær nakað úrslit, áðrenn hann er liðugur at taka royndirnar fyri tann dagin. Hugsi serstakliga um málsligu lærugreinirnar, har hann als onga tíð hevur at arbeiða við sær sjálvum, um úrslitini ávirka hann kensluliga, tí hann skal taka tríggjar fylgjandi royndir uttan pausu.

Eg veit, at ein orsøk til, at mann ynskir at fara undir talgildu royndirnar, er, at næmingurin alt fyri eitt fær úrslitið og kann hyggja eftir, hvat hann hevur gjørt skeivt, men vit gloyma, at kanningar vísa, at næmingur, við neiligum tonkum, als einki lærir. Tað er tá vit eru jalig, at læring fer fram. Tí mugu vit spyrja okkum sjálv, um tað ikki er rættast at bíða við úrslitinum, til dagurin er liðugur.

Spurningar við fleiri røttum svarum

Viðvíkjandi sjálvum uppgávunum er greitt, at teldan ikki megnar at hugsa sjálv, og at tey, sum gera uppgávurnar, tískil hugsa fyri hana. Og tað krevur ikki lítið. Taka vit til dømis eina uppgávu, sum var í enskum, so ljóðaði hon soleiðis:

Here are 3 common proverbs – find the correct definition. Answer yes or no.

Sjálv haldi eg, at mann ikki kann tosa um definitión ella skilmarking í hesum føri. Tú kanst skilmarka hugtakið orðatak, men trupult verður at skilmarka innihaldið í einstaka orðatakinum. Næmingurin skal her svara ja ella nei, um hetta er eitt orðatak ella ikki – gangi eg út frá, hóast tú eisini kanst lesa uppgávuorðingina sum um, tað er rætt, sum orðatakið sigur ella ikki. Og her kemur so avbjóðingin hjá næminginum, tí hvør skal siga, hvat er rætt ella ikki? Taka vit fyrsta setningin, sum næmingurin skal fyrihalda seg til, ljóðar hann soleiðis:

People cannot change basic parts of their personality, even if they want to.                      

Sum orðatak er hetta helst ókey – men innihaldsliga er hetta ikki rætt, tí sálarfrøðiliga sæð ber tað til at broyta sína persónligheit, hóast tað er ógvuliga trupult, men svarar næmingurin ja, er svarið skeivt.

Ein annar setningur ljóðaði:

Other people’s lives always appear to be better than your own.

Gamaní nakað, sum nógv folk siga, men tað er ein góður spurningur, um ein næmingur kennir hetta orðatakið – og fer hann bara at hugsa seg eitt sindur um, kann hann ivast í, um tað er rætt. Tann jaligi næmingurin, sum er væl nøgdur við sína tilveru, er ikki samdur í útsøgnini, men so verður svarið skeivt.

It is impossible to achieve something good without encountering problems along the way.

Hetta er eisini ein útsøgn, sum ivi kann sáast um, og tá so uppgávuorðingin er so ótýðilig, sum hon er í hesum føri, fer næmingurin at ivast – eingin ivi um tað.

Tí haldi eg, at tað er týdningarmikið, at mann til tílíka talgilda roynd ikki ger spurningar, sum kunnu tulkast – og so slett ikki, um mann ikki letur tvey svar verða galdandi. Um mann ynskir tílíkar uppgávur, eigur mann kanska at skipa tað soleiðis, at næmingurin grundgevur fyri sínum svari, og so má lærarin taka støðu til svarið. Men sjálvandi er uppgávuorðingin eisini ógvuliga týdningarmikil, og skal ikki kunna misskiljast.

Royndin í føroyskum

Viðvíkjandi føroysku royndini finnist eg at uppgávuni, har næmingurin skal svara, um setningurin er væl orðaður ella ikki, og samtíðis fær hann hesi ráðini.

Gott at hava í huga:

Setningar eiga ikki at hava óneyðug orð og eiga at vera málsliga rættir

Ein setningur ljóðar:

Vit ótu nógvan ymiskan mat á matstovuni.

Tann góði næmingurin sær í hesum setningi, at tað ikki er neyðugt at hava orðið “nógvan” í setninginum, og svarar tí nei – at setningurin ikki er væl orðaður. “So” í setninginum: Hon ger so nógv býtt, er somuleiðis óneyðugt, og er svarið tí eisini nei. Men í báðum førum sigur teldan, at setningarnir eru væl orðaðir; hetta svarið hongur ikki saman við teimum góðu ráðunum um óneyðug orð í einum setningi.

Góðu ráðini ørkymla sostatt næmingin, men størsti trupulleikin her er, at hetta er ein spurningur, sum ikki er egnaður sum talgildur spurningur, tí her eru tvey svar røtt, og onkurvegna megnar skipanin ikki tað.

Eitt annað, sum eg haldi Mentamálaráðið eigur at hugsa um, er, at tað skal vera møguligt hjá næmingum at fáa royndina/uppgávurnar í pappírsútgávu. Allar kanningar vísa, at tað, vit lesa á pappíri, festir seg betur enn tað, sum er á skíggja. Harumframt er neyðugt hjá næmingunum at skifta millum fleiri pallar á skíggjanum, og tað kann ørkymla serliga veika næmingin. Hetta sæst somuleiðis í stórum viðurkendum kanningum, og vit eiga at taka hetta til eftirtektar. Hetta tekur nógva tíð hjá næminginum, tí hann skal klikkja seg burtur úr einum palli yvir í hin, og so kanska yvir í tann triðja – mann skal hugsa um, at hann hvørja ferð skal konsentrera seg um at finna rætta staðið aftur, og heilin hevur nógv lættari við at orientera seg um, hvar ymisku svarini standa á einum pappíri heldur enn á einum skermi, har meginparturin av tekstinum ikki sæst.

Í og við at royndin skal siga nakað um støðið hjá næminginum, eiga vit at loyva næminginum at fáa eitt veruleikakent úrslit, og tað fær hann bert, um vit geva honum møguleika at fáa uppgávuna í pappírsformi, tí tað er tað, sum virkar best hjá flest øllum – vísa kanningar. Vit vaksnu prenta eisini tekst út, sum vit skulu lesa væl, júst tí vit fáa meiri við. Hjá børnum er hetta upp aftur meiri neyðugt. Tí eiga næmingar at kunna velja, um teir ynskja uppgávuna í pappírsformi ella teldutøka. Sjálv svarini kunnu tey skriva inn á telduna, men tað hevur týdning fyri nakrar næmingar, at teir kunnu sita við pappírinum framman fyri sær, og hetta eiga vit at virða, serliga tí MMR sigur seg vilja gera royndirnar so veruleikakendar sum møguligt, eitt nú við at hava opið net, tí tað hava næmingarnir við hús. Næmingarnir, sum hava tørv á pappírinum, kunnu eisini prenta tað út heima við hús, og tí eigur hetta at vera møguligt til royndina...

Hetta ber til, um MMR fær fráboðan frá leiðslunum um, hvørjir næmingar ynskja pappírsútgávuna. Hetta kann fráboðast nakrar vikur frammanundan. MMR kann síðan gera sum áðrenn talgildu royndirnar og prenta uppgávurnar út og lata skúlunum, so tær eru tøkar, tá royndirnar byrja.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni