Tíðindi
18.10.2024
Í álitinum, sum landsstýrismaðurin í fjør vár fekk frá serfrøðingabólki um broytingar í fólkaskúlanum, stendur sum kunnugt nógv skilagott og áhugavert. Eitt nú verður lagt upp til færri næmingar í flokkunum. Tí taki eg fult undir við, men tað er sum kunnugt vandi í hvørjari vælferð. Tá vit nú eisini skulu hava styttri skúladag, verða sjálvsagt færri tímar til fleiri fak. Í okkara skúla, Skúlanum á Fløtum, eru fakini landafrøði, kristni, enskt og danskt skorin niður í helvt, ávikavist niður í ein og tveir tímar um vikuna. Tí mugu vit onkursvegna vera væl effektivari sammett við fyrr, um vit skulu náa tað sama, sum eg gangi út frá, at vit jú skulu.
Tá ið vit nú annars tosa um effektivitet og at koma ígjøgnum pensum, er tað serliga eitt fyribrigdi, ið javnan órógvar og elvir til høvuðbrýggj hjá lærarum. Og tað er, tá ið annað virksemi ella tiltøk skulu framat í skúlatíðini. Og hetta sýnist bara spakuliga at vinda upp á seg. Spakuliga fleiri “serligir dagar” og harvið minni vanlig undirvísing.
Ikki tí, flestu av hesum tiltøkum eru stak góð og viðkomandi. Umframt tey føstu tiltøkini frá skúlanum sjálvum, eitt nú skrivligari og munnligar royndir/próvtøkur, setursskúlar, evnisarbeiði, starvsvenjing og synopsur.
Tey hjálpa bara ikki lærarum at koma ígjøgnum pensum í flestu fakum, tvørturímóti.
Havi her, eftir førimuni, skrivað niður tey tiltøk í hádeildini, sum vit hava í okkara skúla, sum dømi. Bæði tiltøk uttanífrá og frá skúlanum sjálvum.
Øll, floks- og toymisd. (3 dg.)
8. fl., “etiskur dagur” við SSP (1 dg.)
8. fl., næmingameklaraskeið AKT (1 dg.)
7. og 8. fl., á setursskúla (3 dg.)
Gongutúr niðan á Vesturvarða (1 dg.)
9. fl., námsferð til Íslands (4 dg.)
7. og 8. fl., evnisviku (5 dg.)
8. fl., fyrilestur um “Greið frá tínum yrki” (2 tímar)
Hádeild, evnisdagur SSP, “tryggari internetdagur” (1 dg.)
Øll, hondbóltslandsliðið vitjar (1 dg.)
Rennidagur (1 dg.)
8. fl., “Tað góða lívið” (SSP, 2 tímar)
7. fl., kvæðastevna í NLH (1 dg.)
8. fl., myndatøka (nakrir tímar)
Hádeild, skrivlig ársroynd (4 dg.)
Øll “pyntidagur til jóla” (1 dg.)
Læraradagur í NLH (1 dg.)
Skúlin stongdur, samhugaverkfall (1 dg.)
Hádeild, fyrilestur um “ung og rúsevni” (1 dg.)
Øll, brandvenjing (2 tímar)
9. flokkur í starvsvenj. (2 vikur)
Hádeild, skr. jólaroynd (4 dg.)
Lusiagongd (2 tímar)
Jólahald (3 dg.)
Hádeild, verkætlan og framløgur (7 dg.)
Hádeild til heilsufr. (fleiri dg.)
Hádeild, Holocaustd. (1 dg.)
Skúlin stongdur vegna storm (1 dg.)
9. fl., “Kunning um miðnám” (2 dg.)
9.fl., “Ungdómsting” (2 dg.)
Øll, føstulávint (1 dg.)
8. fl., ferðsludag hjá RFF (1 dg.)
7. og 8. fl. “Vika sex” (nakrir tímar)
Hádeild, skr. várroynd (4 dg.)
9. fl., Føroya Banki siga um privatbúskap (2 tímar)
9. fl., synopsa í donskum og føroyskum (8 dg.)
9. fl., Nám X hevur næmingasamr. (nakrir tímar)
7. fl., SSP-dagar (3 dg.)
Øll, rudda (1 dg.)
7. fl., “hugdýpingarvikur” (3 vikur)
9. fl., seinasta skúladag (1 dg.)
Hádeild, skr. ársr./próvtøku (4 dg.)
8. og 9. fl., munnl. ársr./próvtøka (3 vikur)
Skert virksemi vegna verkfall (nakrar vikur)
Hetta er so nakað av tí, sum eg kundi finna, helst er okkurt aftrat. Tað er eyðvitað, at her mugu tillagingar gerast. Vit hava bara 193 undirvísingardagar. Lærarar klára snøgt sagt ikki at koma ígjøgnum pensum, hvussu so víkir og vendir. Tímarnir eru ikki til tað. Skúlans leiðslur mugu tí taka saman um alt økið og gera neyðugar tillagingar, soleiðis at meira tíð verður til vanliga undirvísing. Og tað hevur skund, nú skúladagurin skal styttast ella longu er.
Sjónarmið í Skúlablað nr 5, 2024.