Tíðindi
13.04.2016
Uppaftur meiri skarrandi er tað, at í Runavík duga bara 20 prosent av børnunum í 5. flokki at svimja, men í Fuglafirði duga 90 prosent av børnunum í 5. flokki at svimja.
Hvussu ber tað til?
Jú, tí at í Fuglafirði er ein góður svimjihylur hjá børnunum at læra at svimja og annars at svimja í, tá tey duga at svimja. Í Runavík er EINGIN svimjihylur.
Tølini omanfyri eru frá Jon Hestoy, fyrrverandi formanni í Svimjisambandi Føroya.
Í námsætlanini í skúlaítrótti stendur um svimjing:
Kjarnaøkið svimjing fevnir um førleikarnar at svimja, at styrkja evnini hjá næmingunum at svimja. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um kunning um viðurskifti í sambandi við venjing og í sambandi við vandar, ið eru knýttir at svimjing, eitt nú um grundleggjandi bjargingarhættir og fyrstuhjálp.
Skúlin á Argjahamri í Tórshavnar kommunu? Nei, har er eingin svimjihylur. Jú, svimjihylur – ein góður skúlasvimjihylur – er í Eysturskúlanum, og ein er í nú gamla skúla á Argjum, umframt at góður svimjihylur er í Kollafirði.
Men í Skúlanum við Løgmannabreyt í Havn er eingin svimjihylur. Tí forðaði hvørvisjónin, Stóra Tjørn fyri, tí har skuldi vera alt, men aftur ein búskaparlig stórkreppa rendi ta ævintýrligu ætlanina um koll. Stutt sagt.
Og líkt er til, at ei heldur stórskúlin á Fløtum í Havn fær nakran svimjihyl.
Teir báðir lærararnir í Skúlanum við Løgmannabreyt, Guðrun Jacobsen og Birna Gaard, hjartasuffa inniliga um teir tvørrandi svimjimøguleikarnar í Tórshavnar kommunu við sínum 21.000 borgarum og 2.800 skúlanæmingum.
Tær báðar halda, at tað hevði verið skilagott at bygt skúlasvimjihylar við Løgmannabreyt, á Argjahamri og á Fløtum, tá ið tað kemur so langt.
- Eg haldi bara tað, at skúlasvimjihylarnir í Eysturskúlanum, í Kollafirði og ymsastaðni runt um í landinum eru nógv meiri hóskandi at læra børn at svimja, tí teir eru ikki so stórir, sigur Guðrun Jacobsen, lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt.
- Tað, sum er so skuffandi, er, at tað tykist, sum hugsar Tórshavnar kommuna als ikki um skúlasvimjingina ella raðfestir hana yvirhøvur, heldur Birna Gaard, lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Guðrun og Birna eru á einum máli um, at teir skúlar í Tórshavnar kommunu, sum ongan hyl hava, brúka meginpartin av tíðini til ferðing til og frá svimjihøllini í Gundadali, og har er plássið avmarkað, tí tað verður býtt millum almenna svimjing, skúlar og dagstovnar umframt tað nógva til Havnar Svimjifelag.
Føroyar eru eitt oyggjasamfelag og ein siglandi tjóð. Okkara ungu eiga at læra at svimja í skúlanum. Tað gera tey ikki upp á 20 minuttir aðru- ella triðuhvørja viku. Summi svimja enntá uppaftur minni, siga Guðrun og Birna, lærarar í tí stóra, væl útgjørda, men svimjihyljaleysa Skúlanum við Løgmannabreyt.
Myndin:
Teir báðir lærararnir í Skúlanum við Løgmannabreyt, Guðrun Jacobsen og Birna Gaard, hjartasuffa inniliga um teir tvørrandi svimjimøguleikarnar í Tórshavnar kommunu við sínum 21.000 borgarum og 2.800 skúlanæmingum
Tekstur og mynd: Sonne Smith