Tíðindi

Alstóran týdning at foreldur og næmingar verða væl kunnað

- Kunningaruppgávan er stór, tá ið skúlar verða lagdir saman, og av royndum vita vit, at hon oftast ikki verður tikin í nóg stórum álvara, sigur nevndin í Heimi og skúla.

09.03.2016

Tað hevur alstóran týdning, at foreldur og næmingar verða væl kunnað í góðari tíð, áðrenn broytingar verða framdar. Tað sigur nevndin í Heimi og skúla, tá ið hon verður biðin um at viðmerkja tað, sum hevur verið frammi í Skúlablaðnum og á heimasíðu Skúlablaðsins í seinastuni um skúlasamanleggingarnar, ið verða framdar í løtuni í Skúlanum í Fløtum í Havn, Skúlatrøð í Klaksvík og Skúlanum við Streymin í Sundalagnum.
- Tað er ikki nóg mikið, at tað bara verður upplýst, hvat fer at henda, men eisini er neyðugt at siga, hví avgerðirnar eru, sum tær eru, hvørjar avleiðingarnar eru, og hvussu foreldur og næmingar kunnu fyrireika seg upp á broytingarnar. Kunningaruppgávan er stór, og av royndum vita vit, at hon oftast ikki verður tikin í nóg stórum álvara.
 
Tey í nevndini halda, at tað hevði verið hóskandi við eini væl virkandi “spurning og svar-tænastu” viðvíkjandi samanlegging og samansjóðing, sum er sjónlig og atkomilig fyri bæði næmingar og foreldur, helst á heimasíðu skúlans.
- Hendan tænastan kundi møguliga eisini tikið sær av at viðgera beinleiðis ynskir ella klagur, sum kunnu koma frá næmingum og foreldrum í sambandi við sjálva samanleggingina og samansjóðingina.
 
Tá ið samanleggingar eru fyri, at hevur tað stóran týdning, at skúlastýrið virkar væl, og at leiðsla skúlans og skúlastýrið arbeiða væl og neyvt saman, fyri at gera tilgongdina so smidliga sum til ber, heldur nevndin í Heim og skúla.
- Skúlastýrini eiga og kunnu her vera bindilið millum heim og skúla. Tey kunnu taka evni upp vegna foreldur og næmingar, annaðhvørt eftir áheitan ella tí tey síggja tørv á hesum. Tey kunnu eisini stuðla skúlaleiðsluni í arbeiðinum at greiða foreldrum og næmingum frá, hví summar umstøður verða, sum tær verða í tilgongdini. 
 
Í greinum í Skúlablaðnum, sum júst er komið, og greinum á heimasíðuni, kunnu  tit lesa samrøðu við álitisfólk um, hvussu tilgongdin at leggja skúlarnar saman og samansjóða lærararnar hevur verið í Skúlanum á Fløtum og Skúlatrøð, og hvussu ætlanin er at gera hetta í Skúlanum við Streymin.

Slóðir til greinir:

http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Alt-riggar-v%C3%A6l-%C3%A1-papp%C3%ADrinum.aspx

http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Fyrsta-fortreyt-fyri-sk%C3%BAlasamanlegging-er-at-karmarnir-eru-%C3%AD-lagi.aspx

Myndir: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni