Tíðindi

Allir partar kunnu betra seg

Tað er stuttligt at síggja framgongdina, men vit mugu eisini tola at síggja, hvat kann gerast betri.

05.04.2017

Eg havi ongantíð hildið, at PISA-royndir og landsroyndir eru til onga nyttu ella bara til fortreð.

Men eg haldi, at tú skalt gera tær greitt, hvat tú vilt kanna og hava, og hvat tú skalt brúka tað til.

Royndirnar kunnu geva okkum eina ábending um, hvussu støðan er hjá næmingunum í ávísum lærugreinum, og sum eru kannaðar á ein ávísan hátt.

Hvussu úrslitið verður brúkt, stendur til ein sjálvan. Um tú heldur, at úrslitið gav eina góða mynd, og tú vilt gera nakað við støðuna, ella um tú heldur, at royndarúrslitið ikki segði nakað um støðuna, og tí ikki kann brúkast.

Tá ið eg arbeiði í barnaskúla, hugsi eg mest um landsroyndirnar, sum eru ein avleiðing av PISA-royndunum.

Havi altíð hildið, at tað er fínt at fáa loddað dýpið, um tú ert á einari leið, ella um tað er neyðugt at stramma upp og rætta inn.
Hetta haldi eg ikki, tí at flokkarnir, sum eg havi havt, hava klárað seg so ómetaliga væl til hesar royndir. Teir hava verið á góðari leið, onkuntíð yvir miðal, onkuntíð miðal og onkuntíð undir miðal.

Eg havi ongantíð vant til landsroynd. Jú, næmingarnir hava roynt eina royndarlíknandi støðu áðrenn fyri at fáa eina kenslu av, hvussu tað er at vera til roynd. Nú eru skipaðar undanlandsroyndir, so tað liggur í fastari legu. Næmingarnir virka heldur ikki at hava ótta á sær at fara til roynd.

Eg haldi, at hugburðurin hjá læraranum hevur stóran týdning fyri, hvussu næmingarnir uppfata royndirnar.

Fyri tað fyrsta plagi eg at kalla hetta fyri eina “arbeiðsroynd”, t.e., at hetta eru royndir, sum skulu vísa okkum á, hvat er gott og kann arbeiðast víðari á sama hátt, ella hvat er minni gott, og vit mugu gera broytingar.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at næmingarnir fáa at vita, hvat royndin skal/kann brúkast til.

Næmingurin kann brúka úrslitið av royndini til at betra t.d. sína vitan og førleikar. Lærarin kann t.d. betra sína undirvísing. Skúlin/leiðslan kann bøta um fakligar umstøður. Kommunan kann bøta um t.d. fysiskar umstøður. Landið kann betra innihaldsligu umstøðurnar við t.d. at betra fakligu førleikarnar hjá læraranum. Vit kunnu øll á ein ella annan hátt brúka úrslit til at menna okkum, um vit vilja.

Eg haldi, at royndirnar eiga at vera brúktar til at “taka í egnan barm” og eisini at geva sær sjálvum eitt herðaklapp.

Sjálvandi er ein vandi í, at næmingar (og lærarar) bert brúka royndirnar at samanbera seg við aðrar næmingar og gerast keddir um at vera undir miðal. Hetta er óheppið, og eg veit ikki heilt, hvussu tú fært hetta burtur. Vit mugu sum lærarar minimera hesa samanbering og leggja dent á at fara inn í uppgávurnar at kanna, hví uppgávan ikki bleiv røtt. Hetta er jú sum sagt ein ávegis roynd, sum skal vísa á, hvat næmingurin dugir, og hvat enn ikki er komið upp á pláss. Próvtøkan er ikki fyrr enn í 9. flokki, og tá er endaliga metið.

Vit mugu koma burtur frá hugburðinum, at um eg ikki eri góður ella best, so tími eg ikki at vera við.
Hetta sama er galdandi fyri PISA.

Tað er stuttligt at síggja framgongdina, men vit mugu eisini tola at síggja, hvat kann gerast betri.

Eg haldi ikki, at tað bilar nakað, at vit fáa at vita, hvar vit liggja í mun til onnur lond í ávísum førleikum, sum verða kannaðir á ein ávísan hátt.

Tí bæði landsroyndin og PISA siga okkum, hvussu vit eru fyri at loysa ávísar uppgávur á ein ávísan hátt til eina ávísa tíð. Tað sigur ikki alt um okkum og okkara skúla.

Klumma eftir Súsonnu Mortensen, lærara í Kvívíkar skúla, í Skúlablaðnum, sum kom í februar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni