Tíðindi
29.12.2015
Tað er einki nýtt, at tað krevur meiri enn fakliga vitan at vera lærari. Skal undirvísingin eydnast, skal lærarin duga at miðla fakliga innihaldið, men harumframt má hann eisini vera ein greiður leiðari, sum dugir at skapa sambond í floksstovuni. Hetta vita allir lærarar, men avbjóðingin at leiða flokkin hevur ongantíð verið størri enn í dag, nú skúlin skal rúma øllum næmingum, og børn ikki hava eins greiðar autoritetsmyndir sum fyrr, og tá skúlastovuveggirnir fjara burt við talgildum undirvísingaramboðum.
Nám hevur tí í samstarvi við Mentamálaráðið sett floksleiðslu á skrá í komandi ár. Allir lærarar skulu á skeið, sum varir tveir dagar, har lærarin og ráðgevin, Mette Stange, fer at undirvísa. Mette Stange hevur skrivað bókina Co-operative Learning og Klasseledelse (2012) og hevur seinastu árini havt nógv skeið á skúlum ymsa staðni í Danmark.
Mette Stange býtir floksleiðslu upp í trý øki: at leiða atferðina (reglur og mannagongdir), at leiða læringina (seta mál og eftirmeta) og at leiða undirvísingina (undirvísingarhættir, tímabygnaður o.a.). Á skeiðnum verður skift millum upplegg, orðaskifti, hugleiðingar og royndir við venjingum, sum kunnu brúkast í egnari undirvísing.
- Afturmeldingarnar frá lærarum hava verið góðar, greiðir Mette Stange frá.
- Lærarar hava verið glaðir fyri, at teir fáa ítøkilig amboð, og at skeiðið snýr seg um praktisku undirvísingina. Eftir skeiðini hava lærararnir fingið (ella hava sjálvir valt sær) eina uppgávu at arbeiða við í síni egnu undirvísing, og allir hava sagt, at teir hava merkt mun.
Floksleiðsla snýr seg um førleikan hjá læraranum at leiða undirvísingina, at seta greiðar karmar fyri felagsskapin, at seta klár mál fyri læringina og at skapa arbeiðsfrið í tímunum. Málið við góðari floksleiðslu er at menna sosialu og emotionellu førleikarnar hjá næmingunum og gera teir betur førar fyri at vera í floksstovuni og at hugsavna seg um undirvísingina.
- Hví tosa vit so nógv um floksleiðslu nú?
- Tað eru uttan iva fleiri orsøkir til tað, men eg haldi, at lærarar kenna seg meiri kroystar í gerandisdegnum, tí næmingarnir eru øðrvísi enn fyri bara fáum árum síðan, og lærarar kenna tað so, at tað, sum plagdi at rigga, riggar ikki longur. Á skeiðnum royni eg at geva teimum amboð, so teir sleppa frá at halda fast um tað, sum ikki riggar.
Tað snýr seg als ikki um, at lærarar eru vánaligir. Allir lærarar, sum eg havi møtt, gera nógv gott. Teir duga sína lærugrein og sítt starv, og teir hava nógvar bóltar í luftini. Men eg gevi teimum nøkur amboð og nøkur hugtøk, sum kunnu gera smáar broytingar, men stóran mun. Tað eru fleiri lærarar, sum hava sagt, at amboðini, sum teir hava fingið heim við frá skeiðnum, hava givið teimum eitt heilt nýtt læraralív.
Lesið greinina í fullari stødd í Skúlablað nr 6, 2015.