Tíðindi
17.02.2020
Í søguliga upprunanum til, at lærugreinin er valfrí, er ongin haldgóð grundgeving fyri, at lærugreinin ikki er kravd, soleiðis sum hon var t.d. í gamla realskúlanum fram til 1981.
Bæði í tímatali og í próvtøku er misjavnt, hvussu hugvísindaligi og náttúruvísindaligi parturin av lærugreinum fólkaskúlans vigar, og tí átti at verið umhugsað at fingið eina betri javnvág. Eisini tá hugsað verður um tilgongd til ungdómsútbúgvingar/miðnám og seinni útbúgvingar.
Longu í 2006 mælti PISA-tilráðingin til at gera alis- og evnafrøði til kravda lærugrein í 7., 8. og 9. flokki við 3 tímum um vikuna, og hetta átti framvegis at verið aktuelt.
Lærugreinin hevur broytt endamál og innihald seinnu árini við, at tann almenni og dannilsisparturin hevur fingið størri rúmd. Harumframt kundi kravda lærugreinin verða við til at binda saman hinar náttúrulærugreinarnar landalæru og lívfrøði. Her kundi verið nevnd evni sum burðardyggleiki, umhvørvi, orkuspurningar, tilfeingi osfr. Tað merkir, at vitan og førleikar í lærugreinini í størri mun verða nýttir í og saman við øðrum lærugreinum til eina størri heildarfatan av náttúrufyribrigdum.
Av teimum lærugreinum, sum liggja til grunds fyri náttúruvísindi í PISA-kanningum, er ongin kravd próvtøkugrein í fráfaringarroynd fólkaskúlans í Føroyum. Tí kundi verið umhugsað – eins og gjørt verður í Danmark – at alis- og evnafrøði verður kravd próvtøkulærugrein framyvir. Lógarásetingin er ótíðarhóskandi og sampakkar ikki við gongdina og menningina á náttúruvísindaliga økinum seinastu árini.
Umframt at slík kravd próvtøka kann verða við til at skapa størri virðing fyri lærugreinini, fer at bera til at fáa sambæriligt tøl fyri, hvussu støðið liggur frá ári til ár. Her verður sjálvandi havt í huga, at vit í løtuni hava ein absoluttan próvtalsstiga.
Uppsetingin niðanfyri vísir tær 12 próvtøkurnar, sum 9. fl. hevði í fjør. Sum framgongur er lítil javnvág millum hugvísindi og náttúruvísindi:
Føroysk máluppgáva
Føroysk framseting
Føroyskt munnligt
Ensk máluppgáva
Enskt framseting
Donskt máluppgáva
Donskt framseting
Fimsisroknig
Greiðslurokning
Søga
Danskt
Lívfrøði