Tíðindi

Akkersskipan í fólkaskúlanum

Frá komandi skúlaári fær hvør einasti nýútbúni lærari eitt kontaktfólk knýtt at sær; viðkomandi hevur til uppgávu at seta tann nýútbúna læraran inn í øll viðurskifti í skúlanum

01.06.2016

Í semjuni, sum varð undirskrivað av Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðnum tann 4. mars stendur, at fyri at stuðla og vegleiða lærarum er avtala um skipan við akkerslærara gjørd. Formaður Føroya Lærarafelag er sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa hetta ígjøgnum.
- Tað er skjótt, at nýútbúnir lærarar kenna seg einsamallar og sleptar upp á fjall, og nógvir av teimum trupulleikum, teir møta í starvinum at byrja við, kunnu teir fata sum persónligt niðurlag, men hetta er púra vanligt hjá lærarum, sum byrja; ein nýbyrjaður lærari kann gera mistøk og fara undir skeivar mannagongdir, bara tí at eingin er at siga honum og vegleiða hann, hvussu hann kann gera, sigur Herálvur Jacobsen.

Skipanin, sum verður sett í verk frá komandi skúlaári er, at hvør einasti nýútbúni lærari fær eitt kontaktfólk knýtt at sær; viðkomandi hevur til uppgávu at seta tann nýútbúna læraran inn í øll viðurskifti í skúlanum og at vera til hjálpar at vegleiða og kunna um alt, sum tann nýútbúni hevur tørv á. Kontaktlærarin fær 40 tímar um árið fyri uppgávuna.
- Akkerslæraraskipan er longu í nøkrum skúlum, men hon er ikki skipað formliga, og frá komandi skúlaári verður tað soleiðis, at hon verður sett í verk alla staðni eftir sama leisti. Møguleiki verður hjá øllum skúlum at seta hetta í verk.

Akkersskipanin er bara fyrsta stig, sambært formanni Føroya Lærarafelags.
- Í øðrum londum síggja vit skipanina enn betri, har nýútbúnir lærarar undirvísa minni í byrjanini; tað, sum vit hava fingið ígjøgnum, er fyrsta stig; at nýútbúnir lærarar fáa niðurskurði í undirvísingartíð kun


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni