Tíðindi
22.03.2016
Hvørt summar fegnast vit um og við nýútbúnu lærararunum. Tey flestu av hesum taka spent við lærarastarvinum, gleða seg at møta næmingunum og at virka í skúlanum. Men fyrsta árið sum lærari hevur nógvar avbjóðingar. Sum nýggj í lærarayrkinum møta tey nógvum og ymiskum avbjóðingum á fyrsta sinni. Tey skulu møta næmingunum og finna sítt fótafesti sum undirvísari. Samstundis skulu tey møta nýggjum starvsfelagum og foreldrum og læra ein nýggjan skúla, mannagongdir og mentan at kenna. “Eitt er at seta út í kort, annað er skipa at føra.” Tað sama er galdandi fyri lærarar. At lesa til lærara og læra seg vera lærari er ikki sama avbjóðing.
Í grannalondunum eru skipanir, sum hjálpa nýggjum lærarum við lærarastarvinum. Vit hava onga skipan havt fyri fólkaskúlan, tó at fleiri skúlar hava ment sína egnu skipan at hjálpa nýútbúnum lærarum.
At nýútbúnir lærarar hava tørv á hjálp gevur kanningin “Aftursvar”, sum Hans H. Hansen, námslektari á Námsvísindadeildini, gjørdi í 2012, greiðar ábendingar um. Hann spurdi lærarar, útbúnir frá 2007 til 2011 á Føroya Læraraskúla, um teirra fyrstu tíð sum lærarar. Kanningin vísti, at 95 % hildu, at nýútbúnir lærarar hava tørv á at hava ein kontaktlærara, ið hevur til uppgávu at leiðbeina teir, og sum teir kunnu spyrja til ráðs. Kanningin vísti eisini, at 42% høvdu ein kontaktlærara. Eitt annað hugsanarvert úrslit í kanningini var, um vit hyggja at teimum fáu, sum gjørdust ovbyrjað, áðrenn fyrsta árið var lokið, so hava tey øll nøkur drøg í felag. Eitt av hesum var, at tey fingu ongan kontaktlærara.
Lærarafelagið kennir tørvin á hjálp til nýútbúnar lærarar, og í “Arbeiðstíðaravtaluni fyri fólkaskúlalærarar”, sum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið júst hava dagført, er skipan um “Akkerslærara” við fyri fyrstu ferð. Fyri hvønn nýútbúnan lærara verða fyrsta starvsárið avsettir 40 klokkutímar til akkerslærara. Tímarnir eru ætlaðir til vegleiðing, fakliga og fyrisitingarliga hjálp og stuðul.
Vónandi verður skipanin við akkerslærara væl móttikin og verður tann hjálp hjá nýútbúnu lærarunum í lærarayrkinum, sum hon er ætlað er verða.
Góðar royndir av akkersfólki: http://www.lararafelag.fo/V%C3%ADs-T%C3%AD%C3%B0indi.aspx?ID=663&Action=1&NewsId=4818&PID=2039