Tíðindi
23.10.2024
Summir skúlar hava akkerslærarar í kvæðamentan og føroyskum dansi. Eitt nú Vestmanna skúla, har Elin Maria Óladóttir Olsen er lærari og varaskúlastjóri. Tveir akkerslærarar hava fingið ein tíma um vikuna at fara inn í flokkar at leggja lag á.
- Tað er av týdningi, at kvæðaundirvísingin ikki einans liggur á lærugreinini føroyskt. Vit hava til dømis í summum flokkum valt at gera tað soleiðis, at tað er lærarin, sum hevur næmingarnar fyrsta tíma á morgni, sum hoyrir næmingarnar í kvæðaørindunum, sum teir skulu duga uttanat, líkamikið hvør lærugreinin er. Annars er tað flokslærarin, sum hevur ábyrgdina av at skipa kvæðaundirvísingina. Er lærarin ikki áhugaður í føroyskum dansi, so er ringt at kveikja áhugan hjá næmingunum. Í okkara skúla kann flokslærarin heita á akkerslærararnar at koma inn í flokkin at leggja lag á, greiða frá týdninginum at kvøða og dansa og annars hjálpa til at fáa gongd á, bæði í flokkinum og annars í skúlanum sum heild. Hetta eru sera væl brúktir tímar, og eg veit, at onkur annar skúlin hevur eisini akkerslærarar í føroyskum dansi. Hetta hevur havt sera stóran týdning fyri dansin í okkara skúla, tí nú hevur føroyski dansurin góðar karmar, og næmingunum dámar sera væl at kvøða og dansa, og fleiri kappast um at sleppa framat at skipa.
Vit fáa ikki Elin Mariu Ó. Olsen at siga, at føroyski dansurin hevur tað gott í fólkaskúlanum. Tó heldur hon, at nógv er hent seinastu árini, sum er gott fyri dansin, ikki minst nýggja námsætlanin og kvæðastevnurnar fyri næmingar og kvæðahugnin fyri lærarar, sum hon av sínum eintingum hevur tikið stig til.
- Beint nú er gongdin góð, áhugin vaksandi, og heldur henda gongdin á, so er tað gott, men hon kann skjótt broytast. Tey, sum hava dansað nógv og leingi, siga, at tað er sum við so nógvum øðrum ymiskt frá tíð til aðra. Óivað er støðan misjøvn. Í teimum skúlum, har lærarar eru, sum hava áhuga fyri føroyska dansinum, er støðan góð. Tað er tó als ikki sjálvsagt, at tað eru lærarar í øllum skúlum við áhuga fyri føroyskum dansi og eru tryggir í undirvísingarevninum. Hvussu nógv læraralesandi hava um kvæði og føroyskan dans á læraraútbúgvingini, veit eg ikki, tí eg lutvíst havi lisið í Danmark, men ta tíðina eg var á Námsvísindadeildini hevði eg einki um føroyskan dans. Støðan er viðbrekin, tí alt er treytað av kvæðahugaðum og eldhugaðum lærarum og leiðslum í skúlunum, sum raðfesta føroyska dansin.
Les alla samrøðuna við Elin Mariu Ó. Olsen í Skúlablað nr 5, 2024.