Bloggur
21.02.2018
Ah, ha, ha, ha stayin’ alive!
Ferðsluvanlukkur, eldsbruni, beinbrot, eitrandi evni, epileptisk herðindi, heilaskjálvti, nasablóð, koykingar, kuldafrystingar, sólstikk, hitaslag ... GÁSARHOLD! Sikken ein mánamorgun – so er vikan sanniliga byrjað við manér! Í dag gekk leiðin á fyrstuhjálparskeið.
Áh ja, lat meg nú líka byrja ordiliga!
Hey! Eg eiti Rebekka á Neystabø, og eg eri læraralesandi á 3. ári. Eg gekk á kreativu breyt síðsta lestrarár (á tí seinastu, ið var, men hetta er uttan iva ikki seinastu ferð, eg fari at nevna hana), og í ár eri eg á føroysktlinjuni, samstundis sum eg taki svimjilæraraprógv saman við ítróttarlinjuni. Síðan eg bleiv spurd um at átaka mær uppgávuna at skriva henda bloggin, havi eg hugsað nógv um, hvat evni eg skal skriva um. Eg kundi skrivað um ein vanligan skúladag á Setrinum og nevnt onkur ástøði her og der, men ááh, sum tað er deiligt at fáa høvið at skriva, uttan at fyrihalda seg til ymisk ástøði eina løtu - so tað fari eg ikki. Eg kundi skrivað um, hvussu tað er at vera einlig mamma sum lesandi, og hvussu tú fært fíggjarligu karmarnar at hanga saman í besta mun, men har havi eg ikki heilt eina greiða niðurstøðu. Sjálv arbeiði eg nógv við síðuna av lesnaðinum, og til tíðir kann tað av tí sama gerast trupult at fáa alt at hanga saman; men ein má gera tað, ið krevst fyri at fáa endarnar at røkka saman. Eg kundi sjálvsagt eisini skrivað um tey frálíku fólkini her á Setrinum, og hvussu heppin eg havi verið øll trý árini, við at verða ríkað við so góðum flokkum og floksfeløgum, men hetta skal eg nokk reypa meira um seinni.
Men í dag. Henda kavakenda og kalda mánamorgunin eri eg á fyrstuhjálparskeiði í sambandi við, at eg taki svimjilæraraprógv. Eg havi so ringt við at tosa og hoyra um vanlukkur og tílíkt, og serliga tá ið prátið snýr seg um børn. Eg kann bara ímynda mær, hvussu ræðslusligin eg hevði verið, um eg stóð í eini støðu, har mítt egna barn hevði havt tørv á fyrstuhjálp. Tí eri eg takksom fyri at kunna læra hetta. Meðan eg lurti eftir nøkrum ræðustøðum, ein kann koma fyri, m.a. sum lærari í samband við óhapp, hugsi eg einans um eitt: HVÍ skal eg ikki ígjøgnum eitt fyrstuhjálparskeið í sambandi við føroysktlesnaðin?! ... ella eitthvørt annað fak?? Vit øll, ið koma út á skúlar at arbeiða eftir loknan lesnað, arbeiða við børnum. Tað eru vit, ið hava ábyrgd av næmingunum. Vit eru saman við næmingum og starvsfeløgum, ið kunnu koma út fyri einhvørjum, óansæð hvat linjufak vit hava valt, meðan vit vóru undir útbúgving. Gamaní er tað týdningarmikið at vera væl fyri fakliga, men lítið munar tað tó at vera stinnur í eitt nú setningagreining (ja, tað er tað, sum er á dagsskránni í løtuni), tá ið ein næmingur hjá tær dettur um av einhvørjari orsøk!
Eg eri fylt við nógvari nýggjari vitan, og nógv er at minnast til: ring 1-1-2 (tað skuldi verið upp á pláss), ABC-bjargingarreglan, R.I.C.E, hjartamassasjan, er nakar hjartastartari í nánd?, trýsta 30 ferðir og blása 2 ferðir, sálarliga fyrstuhjálpin, Heimlich ...
Náh, men eg kann bara krossa fingrar fyri, at fyrstuhjálp kemur á skemað hjá øllum læraralesandi, og at henda nýggja vitanin, eg havi ognað mær, hongur við, um tað skuldi verið neyðugt.
Við tónunum hjá Bee Gees rungandi í høvdinum, og við vónini um ikki koma út fyri slíkum støðum, fari eg at takka fyri meg – inntil næstu ferð!
Stayin’ aliiiiiiiiive ...