Tíðindi
19.03.2016
Finn Jensen gjørdi í 2014 eina kanning fyri Føroya Handilsskúla fyri at vita, hvat føroyskir næmingar á triðja ári á gymnasialum miðnámi ætlaðu sær eftir miðnám. Finn hevur eina grein um hesa kanning, sum eitur Tey ungu vilja lesa læknafrøði ella búskap.
Tórður Johannnesarson hevur skrivað um eina fleirfakliga undirvísingargongd á handilsskúlanum, har næmingarnir skuldu læra um búskap ígjøgnum orðatøk. Greinin eitur At læra búskap ígjøgnum orðatøk – fleirfaklig læring.
Í greinini, Undirvísingartilfar á veg inn í eina Internetøld, viðger Sámal Matras Kristiansen undirvísingartilfar í internetøldini. Greinin nemur við hóttanir og avbjóðingar við Internetinum í einum námsfrøðiligum samanhangi.
Olav Absalonsen hevur skrivað um, hví børn í Eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í Vesturheiminum. Ein orsøk er helst at finna í talorðunum. Men eru aðrar orsøkir eisini? Greinin eitur Hví duga børn í Eystur-Asia betur at rokna enn børn í Vesturlondum?
Úr søguni um búskaparliga hugsan hevur Olav hesa ferð eina grein um Johann Heinrich von Thünen (1783-1850), sum var slóðbrótari innan ástøði um staðseting, um framleiðslu og innkomubýti og at nýta støddfrøði í búskaparfrøði.
Í mars var viðtal við Jonhard Mikkelsen í Góðan morgun Føroyar um nýggju appirnar hjá Sprotanum og um teldutøku orðabøkurnar. Sprotin hevur ómetaliga stóran týdning fyri mál okkara. Blaðstjórnin á Miðnámsriti hevur skrivað partar av viðtalinum av.
Miðnámsrit kom fyrstu ferð út í mars 2014. Blaðið kemur fýra ferðir um árið. Blaðstjórnin er Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson. Ritið liggur á www.fh.fo: http://fh.fo/00288
Savnsmynd: Birgir Kruse