Leys størv

Starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum stjóra, sum hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í einum av størru fólkaskúlunum í Føroyum.

Starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi verður lýst leyst at seta frá 1. desember 2024 ella sum skjótast eftir tað. Í skúlanum á Giljanesi eru skúlaárið 2024/25 í alt 315 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk. Skúlin fevnir eisini um sertilboðið Pallin við 24 næmingum, sum er skipaður saman við Sørvágs skúla og um Virkisbreytina, sum er felags verkætlan saman við Vága kommunu fyri børn við skúlaaftran.

Starvsfólkaliðið í skúlanum á Giljanesi er um 36 ársverk.

Um starvið

Skúlastjórin hevur til uppgávu at:

standa á odda fyri dagførdari, fakligari og námsfrøðiligari menning

fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari menning

virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki

skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

fremja gott samstarv millum skúla og heim, tryggja dygd í undirvísingini og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt

umsita fíggjar- og rakstrarstýring

samstarva við skúlamyndugleikan á staðnum

og leiðslur í øðrum stovnum í kommununi og oynni annars.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava:

læraraútbúgving

viðkomandi starvsroyndir

førleika at taka neyðugar avgerðir, at virka fyri

trivnaði og einum mennandi læruumhvørvi

Antin hava ella fara undir útbúgving innan leiðslu. Leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur

Samstarvsskipan í Vága kommunu

Skúlastjórin samstarvar við Vága kommunu, sum er staðbundni skúlamyndugleikin, ið umsitingarliga varðar av kommunala parti skúlans. Dagliga samskiftið og samstarvið er við kommunustjóran, har dentur verður lagdur á í felag at virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi og oynni.

Saman um barnið

Sum partur í verkætlanini “Saman um barnið” skal skúlastjórin umboða skúlan í leiðslubólki og netverkum og ganga á odda at fremja verkætlanina í verki.

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í skúlanum á Giljanesi. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er sáttmálasett, og er flokkað í lønarflokki 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønin er í løtuni 52.265,66 kr. umframt 17% í eftirløn. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. november 2024.

Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið

ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Vagn Foldbo, deildarleiðara, tlf. 555057 ella skriva til vagnf@uvs.fo

Postsmoga 9

Hoyvíksvegur 72

110 Tórshavn

Undirvísingarstýrið er fyrisitingarlig eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur

sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni