Tíðindi
31.08.2022
Óvirkin nýtsla er, at vit skrulla, eru á sosialum miðlum, taka myndir av okkum sjálvum, hyggja at Netflix, YouTube og so framvegis. Óvirkin nýtsla er eisinu undirhald, og okkum øllum tørvar undirhald við hvørt, men tað tykist, sum undirhaldið hevur tikið yvir, og undirhald í tílíkum mongdum gagnar ikki trivnaðinum eins væl og sosial samvera ella løtur, har vit brúka okkara førleikar. Vit kunnu siga, at skíggjatíðin fer frá øðrum, sum gagnar okkara trivnaði munandi betur, og hetta er orsøkin til, at vit hava valt at seta tíðartilmæli á, sigur Fólkaheilsuráðið. Tíðartilmælini geva okkum okkurt at hella okkum at, tá ið vit skulu gera av, um vit ynskja at broyta skíggjanýtsluna.
Skúlar og stovnar, har børn ferðast, kunnu lættliga hjálpa børnum til betri trivnað
Vit skulu, sum samfelag, leggja okkum eftir at skapa umstøður, sum leggja upp til, at vit ikki brúka óneyðuga tíð á skíggjum, og hetta krevur eina hugburðsbroyting, tí vit seinastu árini hava gjørt tøknina so lætt atkomiliga sum gjørligt. At tað ber til at brúka tøkni í ymsum støðum, merkir ikki, at tað er tað besta at brúka hana.
Stóra skíggjanýtslan er ein stór avbjóðing, m.a. tí tíðin, vit eru á skíggjum, fer frá øðrum meiri mennandi virkni, og tí snýr tað seg um at minka um stóru nýtsluna. Skíggjatíðin fevnir um samlaðu nýtsluna av snildfon, teldli, teldu og sjónvarpi, og sostatt er skjótt at brúka viðmældu tíðina. Um ein lærari vísir børnum í fyrsta flokki ein teknifilm ella eitt youtube-brot í matarstøðginum, ið er 20 minuttir til longdar, eru bara 10 minuttir eftir av samlaðu kvotuni. Brúka børn og ung snildfon í fríkorterunum, er teirra kvota meiri ella minni uppbrúkt fyri dagin.
Hóast tað kann tykjast, sum at tað ikki er tíðin, næmingarnir brúka skíggja í fríløtunum í skúlatíðini, sum koppar nøkrum, so telur tíðin í skúlanum við í upphópaðu skíggjatíðini, sum jú er tann, vit vilja minka um. Vit fáa ikki gjørt nakað við skíggjatíðina í heimunum, men sum skúli, dagstovnur, frítíðarskúli ella frítíðartilboð kunnu vit hjálpa at minka um samlaðu tíðina á skíggjum og sostatt tryggja, at børn og tannáringar fáa sosialu venjingina, teimum tørvar at trívast og mennast. Greitt samband er harumframt millum skíggjanýtslu og verri faklig avrik, eisini eftir, at lagt er upp fyri kyni, sosiobúskaparligu støðuni hjá foreldrunum og viti (IQ), og sostatt styðja skúlarnir eisini upp undir fakligu avrikini hjá børnum, um teir avmarka atgongdina til skíggjar í skúlatíð.
Frámæla snildfon í skúlatíð
Fólkaheilsuráðið mælir foreldrum til at bíða við at geva børnum snildfon, til tey eru 14 ára gomul. Fleiri orsøkir eru til tess. Í fyrsta lagi økir snildfonin ofta munandi um samlaðu skíggjatíðina, umframt at tað verður verri hjá foreldrum at fylgja við í tí, børnini gera á netinum. Í øðrum lagi, tí samskifti andlit til andlits er umráðandi fyri trivnað og menning, og nógv bendir á, at tá ið barnið/tannáringurin fær snildfon, verður meginparturin av samskiftinum flutt á sosialar miðlar, eitt nú Snapchat, Instagram, TikTok og YouTube, har fyritøkurnar sjálvar hava ásett aldursmarkið at vera millum 13 og 18 ár. Alt fleiri kanningar benda á, at samband er millum sosialmiðlanýtslu og verri sálarheilsu. Sambandið er størst, yngri tannáringarnir eru. Flestøll børn ganga í skúla, og við at banna snildfonum í skúlatíðini kunnu skúlar minka um upphópaðu skíggjatíðina hjá børnum og soleiðis eggja til, at børn eru saman, meðan tey eru í skúla. Fyri mong er skúlatíðin einasta løtan á degnum, har tey kunnu samskifta andlit til andlits við javnaldrar, og tí er tað óheppið, um fríkorterini ella fríløturnar verða brúktar handan ein skíggja. Á sama hátt kunnu frítíðarskúlar og frítíðartilboð minka um upphópaðu skíggjatíðina hjá børnum og ungum við at bjóða teimum onnur tilboð enn skíggjar og soleiðis tryggja teimum ein fjølbroyttan gerandisdag.
Skúlatelda/teldil
Hóast næmingurin hevur skúlateldu/teldil, nýtist hetta ikki at merkja, at skíggin skal brúkast sum mest og í hvørjum tíma. Hóast flestu okkara brúka skíggja til arbeiðis, tí hann lættir okkum um arbeiðið, brúka vit ikki skíggja alla tíðina. Fleiri prenta greinir út, sum vit skulu lesa og skilja væl, onnur lesa bøkur, tá ið tey skulu ogna sær nýggja vitan, og fleiri skriva notur í hond. Skúlin ella einstaki lærarin kann gera sær dælt, nær tey velja skíggjan til, og hvussu teir avmarka óneyðugu skíggjatíðina hjá næmingunum. T.d. vísa kanningar, at nærum 40 % av tíðini, ið næmingurin brúkar á skíggja í tímanum, verður nýtt til virksemi, ið er óviðkomandi fyri undirvísingina, eitt nú at keypa, spæla telduspøl, hyggja at YouTube, lesa ítróttatíðindi og kjatta við vinir og kenningar, og meiri tíð, næmingurin brúkar á skíggja, meiri tíð brúkar hann sostatt á óviðkomandi síðum. Skúlarnir kunnu eisini hugsa um, nær skíggin leggur nakað aftrat undirvísingini, og nær hann er ein forðing fyri læring. Nógv bendir á, at vit fata betur tað, vit lesa á pappíri heldur enn skíggja, serliga, tá ið talan er um onnur tekstasløg enn tíðindastubbar.
Og hóast næmingarnir hava skúlateldu, er tað ikki neyðugt at brúka teldurnar í fríkorterinum. Hóast skúlin hevur givið næminginum teldu, kann skúlin gera nógv fyri at minka um óneyðuga nýtslu.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022