Tíðindi
06.04.2022
Í samrøðu í ÚF í 2014 (í Meg minnist, 6. sending) sigur Árni Dahl, ið undirvísti læraralesandi ein mansaldur í føroyskum, at ein niðurlaging fór fram um hetta mundið (tað er í 2014) í Norðurlondum av móðurmálsundirvísingini. Í Føroyum høvdu læraralesandi havt grundfakið í føroyskum í 3 ár, og linjan var somuleiðis 3 ár. So varð linjan stytt niður í 2 ár. Síðan varð grundfakið stytt niður í nakrar vikur, og linjan stytt til 7 mðr.
Samstundis greiðir hann frá, at áðrenn Skúlabókagrunnurin, KT-depilin og Landsmiðstøðin vóru løgd saman, høvdu tey eina játtan á 21 mió. kr. at arbeiða við. Tá ið Nám var veruleiki, var játtanin tódnað niður í 12 mió. kr. Hetta hendi, hóast politiski myndugleikin tvíhelt um og lovaði, at samanleggingin einki hevði við sparing at gera.
Menna grundvøllin
Grundvøllurin undir undirvísingini í okkara fólkaskúla er – umframt ytru karmarnar – undirvísingartilfarið, lærarahópurin og vitanarberin, ið er føroyska málið. Móttakarar eru børnini, ið skulu brynjast til at fóta sær í samfelagnum, sum tey skulu flyta inn í framtíðina.
Føroyskt er eitt lítið mál, og tað, sum speglast bæði í lesivanakanningini og í stílakanningini, er órógvandi. Málførleikin er undir álvarsligum trýsti. Tað eru næmingar, ið hava góðan málsligan førleika; tey megna at siga og skriva tað, sum tey vilja, á føroyskum. Hugsandi er, at tað eru tey børnini, hvørs foreldur hava hjúklað um tey bæði málsliga og mentanarliga ígjøgnum uppvøksturin. Tað hevur verið fortalt og lisið fyri teimum, frá tí tey vóru smá; tey hava fingið jaligar upplivingar úti í náttúruni; tey hava verið við foreldrunum til mentanarlig tiltøk; og foreldrini hava sett orð á umheimin uttan um tey og greitt teimum frá tí, ið tey undrandi hava spurt um. Hesi børnini hoyra til tann bólkin, sum hevur fingið í ríkiligt mát, og tey fara at fáa enn meir í skúlanum. Tey eru ikki í vanda.
Men ein nógv størri partur av næmingum hevur ikki hesar forteytirnar við sær inn um skúlagáttina, og tey hava avbjóðingar í skúlanum. Tey fáa bara ífylling í skúlanum. Tey líða lættliga undir Matteus-effektini (Matt. 13:12 “Tí honum, ið hevur, skal verða givið, so hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.”). Teimum tørvar dygdargóða undirvísing og dugnaligar lærarar uttan um seg, og tey mugu kýta seg at røkka málunum, sum skúlin setir teimum. Teimum tørvar væl skipað og innihaldsríkt tilfar at arbeiða við og spennandi bøkur at lesa í.
Vit kunnu ikki bara súkkla víðari og lata viknaðu førleikarnar reka í vindinum. Vit mugu øll taka ábyrgd; ikki minst politiski myndugleikin, ið situr á møguleikunum, ið pengar skapa. Tað ber ikki til at spara og niðurlaga og billa sær inn, at alt verður, sum tað altíð hevur verið, tí tað er bara afturgongd, ið spyrst burtur úr slíkum hugburði.
Vit kunnu byrja við 1) at bøta um útboðið av undirvísingartilfarið, so tað verður margfaldað og hóskar til øll børn. 2) Skapa fortreytir fyri, at børn fáa ríkiligt av bókum um alt millum himmal og jørð at velja í, so tey øll finna góðar bøkur at lesa í, hvørja ferð tey fara á skúlabókasavnið. 3) At skúlabókasøvn eru á øllum skúlum, og at tímar verða játtaðir, so søvnini kunnu vera opin, meðan skúlagongd er. 4) At lærarar fáa tilboð um munadygga eftirútbúgving, so teir megna at lyfta og stimbra lesi- og skrivihugin hjá øllum børnum.
Ja, tað kostar pengar! 9 mió. kr. eru longu í pengaposanum. Tað kostar at reka ein góðan skúla, og tað kostar at røkja eitt lítið mál, men vit mugu minnast til, at hetta málið er barnaportrið inn í allar aðrar lærugreinir í skúlaskipanini.
Vit hava sera stóran týdning fyri menningina hjá børnum í okkara samfelagi; bæði foreldur (familja og onnur), námsfrøðingar og lærarar. Vit vita øll, at góður málførleiki, vitan og upplivingar eru týðandi lyklar til framtíðina hjá øllum børnum.
Í Skúlablað nr 1, 2022 er samanfatandi viðgerð av úrslitunum í kanningini av skriviførleikanum hjá næmingum í endanum av 9. flokki, sum eru lýst í greinarøðini “Skriviførleikin undir luppinum”, sum Lydia Didriksen hevur gjørt. Kanningin byggir á 95 av teimum 653 próvtøkustílunum, ið vórðu skrivaðir kring landið í mai í 2017.
Tær fýra greinarnar, ið hava staðið í Skúlablaðnum síðan august 2021 og fram til februar í 2022, hava allar lýst skriviførleikan hjá næmingum eftir 9 ára skúlagongd í føroyska fólkaskúlanum. Kannað varð m. a. uppgávurorðingar, setningsbygging, orðaflokkar, kongruensur og ávirkan úr øðrum málum.
Les greinina "Vit kunnu øll gera mun" í Skúlablað nr 1, 2022, sum kom út í februar..